Kunnu vit byggja brúgv um pensjónskluftina?

Hvussu fer at verða í framtíðini, tá færri og færri vinnufør skulu forsyrgja fleiri og fleiri eldri? Í Danmark er hesin spurningurin í mong ár ofta havdur á lofti. Eingin serdanskur spurningur. Í Europa noyðast politikarar allastaðni og sjálvsagt onnur við, at síggja veruleikan, daprar fíggjarligar avleiðingar og mugu finna loysnir, sum tryggja kunnu komandi eldri trygga og virðiliga tilveru á ellisárum.

Franskmenn fingu hesi vána tíðindi í august 1993. Hallið á almennu pensjónsætlanini var vorðið 40 milliardir frances, og tí fór stjórnin til verka. Fyri at fáa fulla fólkapensjón, skuldi tú nú gjalda til statsins pensjónsuppsparing í 40 ár, ístaðin fyri sum frammanundan við 37,5 árum, útgjaldingarnar komu tí at verða roknaðar av eini lægrimiðalinntøku, og árligu hækkingarnar verða tað minni. Samanlagt mugu franskmenn í longdini rokna við einum falli, sum er 7% av pensjónini.

Bretska stjórnin hevur eisini tikið hart í róður ? m. a. er avgjørt at hækka pensjónsaldurin fyri kvinnur frá árinum 2010, og árligu javningarnar eru minkaðar. Grundgjaldið var í 1977 20% av meðalinntøkuni hjá manni, nú er tað 15%, og útrokningarnar sýna, at hetta gjaldið verður minkað í helvt um fá ártíggjur.

Týskland i s a r eisini í pensjónsútreiðslunum viðvíkjandi. Ein pensjónsformur frá 1992 hevur ført við sær stigvísa lækking av pensjónsveitingini og hækking av pensjónsaldrinum. Fyrr kundi ein fara frá á 60 ára aldri ella sum 63 ára gamal, nú er aldursmarkið 65 ár fyri at fáa fulla fólkapensjón. Eisini skal gjaldast 6,7% av pensjónini til sjúkratrygging, meðan gjaldið fyri fáum árum síðani bert var 1 prosent. »Týska systemið kann ikki halda fram, sum tað er«, sigur økonomurin Axel Bórsh-Supan. »Loysnin er at hækka pensjónsaldurin, skerja útgjaldingarnar og hækka gjøldini«. Gongdin er hin sama í fleiri londum. T.d. hevur Svøríki broytt sítt pensjónssystem, soleiðis at fólk verður biðið um at verða longri í arbeiðsplássi sínum ? og pensjónirnar verða knýttar at landsins fíggjarstøðu annars. Í góðum tíðum verða pensjónirnar at vaksa, ? men skulu setast niður, tá økonomiurin er vánaligur. Italia hækkar pensjónsaldurin stigvíst bæði fyri kvinnu og mann, og fólk skal hava verið longri á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa fólkapensjón. Portugál er í ferð við at hækka pensjónsaldurin fyri kvinnur til 65 ár. Í meðal brúka europeisku londini nú á leið 20% av almennu útreiðslunum til fólkapensjón ? í fleiri londum er hetta størsta útreiðslutalið á fíggjarlógini ? og tey vaksa skjótt. Miðstøðin fyri EU-politikk í Bruxelles metir hóttandi trupulleikarnar at fáa nóg nógva pening til pensjónsútreiðslur sum »eina royndarstund fyri politiska, fíggjarliga og sosiala bygnaðin í øllum EU-londunum«.

Men hóast døpur útlit eru fyri framtíðar pensjón, so eru djúptøkin tiltøk eitt »tabu« í mongum londum. Fleiri lond hava roynt at gera okkurt, sum ikki kostar tað heilt stóra, t.d. at hækka pensjónsaldurin. Men endamálið er at skerja pensjónina, eingin ivi er um tað.

»Vit tordu ikki at hækka pensjónsaldurin, tí tað er heilagt fyri fólkið«, verður sagt í einum fronskum pensjónstryggingarfelag. »Ístaðin longdu vit um tíðarskeiðið hjá fólki at gjala til pensjónina, og tað gevur í longdini somu virkan«. Og tann ávirkanin kann gerast sera ópopuler. Í eini felags europeiskari kanning fyri kortum svaraðu 43%, at fólkapensjónin longu er ov lítil og eigur at verða hækkað, sjálvt um tað førir við sær skattaøking. Men um hetta sigur ein pensjónsserfrøðingur: »Síðan síðsta heimsbardaga hava vit hækkað tann partin av inntøku fólksins, sum fer til pensjónstrygging. Hvussu leingi kann tað halda fram?«

Tá vit í dag tala um hóttandi pensjónskluft í øllum Europa, er tað ikki minst av tí, at fíggjarliga kreppan er so stór og arbeiðsloysi av tí er komið. Í Europa er roknað við at 18 milliónir fólk eru arbeiðsleys ? hava einki arbeiði at fara til. Og tey arbeiðsleysu gjalda væl minni til pensjónsskipanir, sum eru ætlaðar til framburðin fíggjarliga í Europa eftir kríggið. Skulu lyftini til framtíðar pensjónir halda, má staturin krevja munandi størri inn í skatti frá teimum, sum eru virkin í arbeiði á hvørjum ári.

Og fíggjarliga framtakið, tá tað kemur, fer ikki at loysa ta forskjóting, sum er í europeisku fólkasamansetingini, sum kemur av, at færri børn verða fødd, og at fólk livir longri. Síðan 1950 hevur betri matur og heilsuvánir gjørt, at miðalaldurin er vaksin frá 65 til næstan 75 ár ? pensjónisturin er vorðin 10 ár eldri.

Í dag er næstan fimtihvør EU-borgari oman fyri 60 ár, og í 2020 verður hesin bólkur fjórðingurin av fólkinum. Harafturímóti gongur øvugta vegin við føðitalinum. Ímeðan føðir hvør kvinna í Europa nú 1,6 børn samanborið við 2,6 børn í 1960 og 1,9 børn í 1980. Henda gongdin fær álvarsamar fylgjur fyri tað, sum ekspertarnir kalla uppihaldaratalið ? talið av fólkum, sum arbeiða og tí ? gjøgnum skattgjald ? eru við til at uppihalda samfelagsins pensjonistar. Grundleggjandi fólkapensjónin byggir ikki, tað flestu halda ? á gjøld til vaksandi grunn, har fólk uppspara til egna pensón. Skattur og gjøld frá núverandi arbeiðandi fólki fara beinleiðis til gjalding av verandi pensjónum.

Tá ellispensjón varð veruleiki í Europa fyri áleið 50 árum síðani, vóru áleið 10 fólk í arbeiði fyri hvønn pensjonist. Pensjónsgjald var tí ikki nakað, sum tyngdi nakran fíggjarliga. Men í dag eru bert trý, sum eru í arbeiði fyri hvønn pensjonist ? og tað merkir, at tey skulu vera við til at gjalda til 3 pensjonistar ella 3 ferðir meira fyri at uppihalda sama pensjónsstandard.

Í árinum 2030 rokna teir við, at uppaftur færri verða í arbeiði og uppaftur fleiri verða pensjonsistar, tá verður forsyrgjarabyrðan tætt út ímóti 1-1, eitt nú í Týsklandi. Tí ávara fleiri ekspertar um hesa pensjónskluftina millum ættarliðini, sum kemst av, at trupulleikin er, at kunna forsyrgja tey, sum komandi verða gomul Tí spurningurin er, um tey koandi virkisaktivu vila gjalda um triðingin upp í helvtina av inntøkuni til pensjónsendamál. »Tað ber ikki til at biðja fólk gjalda meira enn 25% av lønini til sosialar pensjónir«, sigur Axel Bórsch-Supan. »Fara vit upp um hetta mar, fara tey at sleppa sær burtur úr hesi skyldu á onkran hátt, og so verður alt ein ruðuleiki«.

Annar trupulleikin, sum ávirkar europeisku pensjónsskipanina, er sjálvvolt: Vit eru ov gávumild. Fíggjarligi vøksturin frá 1950 ? umframt í 1970?unum, førdi til, at politikararnir stroyddu um seg við populerum pensjónsskipanum, uttan at hugsa um fylgjurnar upp á longri sikt. Endamálið var ikki bert at byrgja fyri, at tey gomlu gjørdust fátæk, men heldur at tryggja teimum liviumstøður, sum vóru tey støðugt í arbeiði. Samstundis lækkaðu fleiri long lægsta pensjónsaldurin frá 65 niður í 60 ár. Í summum førum uppaftur longri niðr.

Hagtølini sýna, at nettopensjónsupphæddin í Spaniu og Portugál er niður í 90% av fyrru meðal nettoinntøkuni. Í Italiu og Frankaríki er nettoinntøkan nærri 90%, meðan nettopensjónin í Týsklandi og Luxemburg liggur næstan á 80 prosentum. Griksku pensjonistarnir eru teir, ið er mest forkelaðir. Teir fáa ofta meira í pensjón, enn teir fingu meðan teir arbeiddu.

Úrslitið er, at nógvir av nútíðar pensjonistum ? har børnini eru frá hondini, hava lítlar bústaðarútreiðslur og kanska nakað av rentuinntøku ? liva heilt flott. Og hóast tað, halda fólk, bæði vanlig fólk og eisini ekspertarnir, at tað fer ikki at bera til, at man hevur verið ov gávumildur fyrr, og tí kemur rokningin nú.

Hóast politikararnir hava hildið lítið um pensjónskluftina, viðganga teir nú, at ein av loysnunum er at supplera almennu pensjónirnar við privatum pensjónsskipanum. »Staturin fer kanska ikki at vera førur fyri at syrgja so væl fyri fólki, sum tey hava fortjent ella væntað«, sigur Michael Portilla frá bretska fíggjarmálaráðnum. »Fólk eiga at syrgja fyri at spara upp til ellisárini, meðan tey tjena pening og hava møguleikan at leggja nakað til viks. Ministarapresidenturin Kurt Bidenkopf úr Sachen er samdur. Hann segði fyri fáum árum síðani, at fólkapensjónin í Týsklandi ikki fer at verða nóg stór fyri tey, sum nú eru undir 40 ár. »Hon fer bert at rinda tað mest neyðuga«, ávaraði hann. »Alt, sum fer út um tað neyðuga, má gjaldast við privatum pensjónsuppsparingum«.

Hálendski pensjónseksperturin P. J. Bessling skjýtur upp teystrongda ætlan: tað skal gerast attraktivt at gera supplerandi skipanir, sum firmapensjónir og eisini skal tað gerast attraktivt hjá einstaklingum sjálvir at fáa sær eina trygging, at tryggja sær sítt otium gjøgnum uppsparing og lívstryggingar. Uttan privatar skipanir, verður ikki stórvegis hjá framtíðar gomlu at falla afturá ? tí flestu av pensjónssystemunum í Europa ? tey almennu ? hava onga uppsparda reservu.

Men tað hava privatu pensjónsgrunnarnir harafturímóti. Týski økonomurin Meinhard Miegel hevur roknað út, at um týski meðalborgarin setti líka so nógvan pening í eina privata peningauppsparing ? pensjónsuppsparing ? sum hann gjøgnum 35 ár betalir í pensjónsgjaldi til statin, hevði hann at enda havt eina ogn, sum var oman fyri 3 milliónir krónur. Tað svarar til eina mánaðarpensjón sum er kr. 17.500 ? dupulta av tí, sum týska fólkapensjónin er.

Eisini er tað, at privatu pensjónsuppsparingarnar styðja samfelagsbúskapin, tí pensjónsfeløgini investera í bygging og framleiðslu og eru á henda hátt við til at skapa arbeiðspláss. Og harafturat virkar tann privata pensjónsuppsparingin fyri, at einstaka menniskjað gerst óbundið av statinum og av tí, sum skiftandi stjórnirnar kunnu finna uppá. Í dag er eyðsæð, at fólk heldur vilja velja privata pensjónsuppsparing, sum supplement til fólkapensjónina. Tað er ongantíð ov skjótt ? kanning hevur sýnt, at í EU vildu 60% av nútíðar eldru ynskt, at tey høvdu spart meira upp til ellisár.

Stórabretland hevur tær allarflestu privatu pensjónsgrunnarnar í Europa umframt 275.000 firmaskipanir. Bretsku pensjónsfeløgini eiga 33% av partabrøvunum á London børs. Síðan kemur Háland og Írland, meðan Týskland liggur á fjórða plássi. Fleiri av ES-londunum hava at kalla ongar pensjónsgrunnar, men styðja seg heilt og haldið tila lmennar skipanir, uttan at hava nakað annað fast at halda um.

Í Danmark eru samanlagt 128 privatir pensjónskassar, sum í 1992 lógu við eini premiureservu upp á knappar 130 milliardir krónur. Danmark hevur tó ta serstøðu mótvegis hinum ES londunum, har verða privatar pensjónsskipanir nógv skattaðar.

Limir í firmaskipan skulu t.d. gjalda 5% av pensjónsgjaldinum í sonevndum bruttoskatti.

Er talan um eina kapitalpensjón, skulu gjaldast 40% í statsavgjaldi, tá goldið verður út. Herafturat skal pensjónskassin gjalda realrentuavgjald, og tað ávirkar sjálvandi rentutilgongdina av innskotnu pengunum. Staturin útholar soleiðis virðið av tí privatu pensjónini á ymiskan hátt.

Neyðugt er við fastleika og virkisfýsni, skulu framtíðar pensjonistar vænta sær eina trygga pensjón.

Ekspertar eru samdir um, at hetta skal gerast: Stjórnirnar mugu siga fólkinum sannleikan. Fólkapensjónin fer at verða skattað.

»Embætismenninir mugu hava dirvi til at siga tað, og borgararnir mugu duga at innrætta seg eftir tí«, hetta sigur Denis Kessler í franska tryggingarsamtakinum. »At útseta fer at vaksa um trupulleikarnar«.

Lønmóttakararnir mugu verða stuðlaðir til at supplera sína fólkapensjón við privatum pensjónsuppsparingum gjøgnum arbeiðspláss teirra ella fakfelag og eisini sjálvir. Stjórnirnar eiga at fremja pensjónsætlanir hjá tí einstaka við skattafrádrátti, sum elvir fólki til at uppspara upp á langt áramál, sum kapitalpensjón í Danmark.

Til at styrkja álitið til privatu skipanirnar, eigur tað almenna at krevja, at pensjónsgrunnarnir veita betri brúkarainformasjón, soleiðis at einstaki limurin nágreinliga sær, hvussu nógv er uppspart, hvussu peningurin er settur, og hvussu nógv verður útgoldið, tá ein verður pensjoneraður. Tey, sum hava privata pensjónsuppsparing, eiga neyvt at eftirkanna, hvussu peningurin verður avsettur.

Við ávísing til kjakið um lívskorini hjá teimum eldru í Europa, hevur ES-socialkommiserurin Padraig Flynn sett spurningin: »Skal aldurdómurin verða eitt skeið, har tú hevur tað gott, ella skal man finna seg í, at tilveran verður verri?«

Svarið verður ikki hvussu væl tað almenna tekur sær av okkum, men heldur, hvussu væl vit sjálv duga at taka okkum av okkum sjálvum«.