Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir
Innanduraarkitektur
Vestmanna
Komedian á Listasavni Føroya er nú at enda komin. Vit, sum hava list sum áhugamál, standa undrandi og sum kánus.
Okkara tjóðarsavn hevur nú fingið ein stjóra, sum hvørki er listamaður, ei heldur hevur nakra listfrøðiliga útbúgving. Hesi vóru annars krøvini, sum sett vóru umsøkjarum í starvslýsingini. Tað er sum at søkja eftir lækna og seta bakara í starv.
Ein avleiðing, tá Helgi Fossadal bleiv innstillaður til stjórastarvið var, at 13 listafólk tóku seg úr Myndlistafelagnum. Nú hann er settur, meldar Gunnar Hoydal pass. Tað má av sonnum sigast at vera ein høgur prísur fyri at fáa Helga settan í sessin.
Hevði tað ikki verið meira relevant at sett Inger Smærup Sørensen sum stjóra og Helga Fossadal í eitt álitisstarv við fígging um hendi?
Sum kunnugt er Listasavnið sjálvsognarstovnur, men tað merkir ikki, at savnið sum útreiðslupostur ikki er á føroysku fíggjarlógini og skal hava input frá Palliba.
Tróndur Patursson skrivar í grein síni í Dimmu fyrst í árinum, har yvirskriftin er: »Gáttin er ov lág«. Við hesi starvssetanini er als ongin gátt, heldur eitt trin niðureftir. Í greinini hjá Trónda er eyðsýnt, at alt ruggar ikki heilt rætt í Myndlistafelagnum. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at deilt felagið upp í tvey. Tey etableraðu/proffarnir, og so tey, sum eru á veg upp eftir stiganum. Tróndur leggur hart út og Øssur Mohr fær toyggið, so tað forslær. Hann kallar listina hjá Øssurin fyri plagiat, eftirlílkningar uttan sál, ? bert nakað, sum selur væl. Um eg minnist rætt, var Kári Svensson í somu støðu fyri 5-6 árum síðani. Hann málaði skjótt og nógv ? mest líkt akkordarbeiði. Hann seldi nógv, ja, tað gekk sum heitt breyð. Tá bleiv flent at honum og hann bleiv róptur skógvamálarin, garagumálarin og hvat veit eg. »Kært barn har mange navne«, men hygg at honum nú!
Ein listamálari segði einaferð við meg: »Eg kann ikki taka mær av, hvat fólk viljahava, men noyðist at mála frá hjartanum og hetta er so úrslitið. So var tað danin, sum segði á sinni: »Der findes skønne ting, og så det folk køber«. Í hesum føri var tað møblar hann meinti við, men tað kundi eins væl verið list.
Definatiónin av list er torfør. Hvat er tað, sum ger málningin til list og ikki maks? Natúrtalent er eitt sermerkt fyribrigdi, ein gáva, sum tær er givin. Tað at hava evnir er í sjálvum sær ei heldur ikki nokk, tí at aðrir faktorar gera seg galdandi. Van Gogh er tó eitt gott dømi um, at tær ikki tørvar høga útbúgving fyri at verða góðtikin sum listamálari. Kunstforstáilisi er eitt sera áhugavert fak, men ein lærir ikki listina við bert at lesa. Ein lærari segði við meg á sinni: »Mange mennesker ser kunst og forstår intet; få ser kunst og forstår at værdsætte dens sprog, uanset tiden for dens opståen«.
Yvirhøvur eri eg tó samd við Tróndi. Sera óheppið at gáttin er ov lág, so støðið lækkar og harvið virðingin fyri listini. Skilji eg greinina rætt, sita fólk í Myndlistafelagnum, uttan at hava kompetansu til tess. Men tróndur sjálvur er eisini farin inn á eitt øki, har hann ikki er kompetentur. Har meini eg við Vertshúsið í Havn. Eitt gott dømi um skilaleysa innrætting, fyri at siga tað bart út, heilt út av lagi vánaligt. Alt gott um Trónd, sum er ein av okkara bestu listamonnum, men sum innanduraarkitektur dugir hann ikki. Mynd og ramma skulu helst hóska saman.
Rákið innan innrætting er í løtuni, at alt ber til. Litsamansetingar og samansetingar millum nýtt og gamalt. Ongin generell regla er fyri hesum, men tó nakrar óskrivaðar reglur, ein skal fylgja, so alt ikki endar í einum hurlivasa. Tað krevst ein hárfín balansa at fáa tað at eydnast. Fert tú yvir um strikuna, oyðileggur tú alt.
Innrættingin hevur størri týdning fyri trivnaðin, enn fólk flest geva sær far um. Á arbeiðsplássum økist vælveran hjá teimum, sum har halda til. Og í handlum mennist keypihugurin hjá kundum munandi.
Nógvastaðni í handlum, fyritøkum, bankum osfr. er innrætting so lágt prioriterað, at tað er bæði synd og skomm. Ofta er tað ikki so nógv, sum skal til, men tað er broytingin, sum ger munin. »Form, Farve og Funtion« skal ganga upp í eina hægri eind, tá verður úrslitið væleydnað.