Kutless eru komnir til Føroya

Amerikanski rock-bólkurin Kutless er lendur á klettunum. Eftir meira enn eitt samdøgur av ferðing komu limirnir í bólkinum í Vágar miðskeiðis í gjár. Kopnsertin verður í kvøld Ein av limunum var annars tarnaður av kava-roki í Chicago-floghavnini, og náddi tískil ikki flogfarið til Føroyar, men eisini hesuferð megnaði flogfelag okkara at greiða hetta so konsertin ikki varð órógva av hesum. Eftir ein góðan føroyskan fiskadøgurða fóru teir til hvíldar at løða upp til stóra konsert-brakið, sum verður í Kelduni í Skálafirði í kvøld. Konsertin byrjar kl. 20:00, tá okkara egni Bet You Are William fyri fyrstu ferð síðani summar, og síðani fløguútgávuna, fer á pallin at hita fjøldina upp. Hetta verður neyvan nakar trupuleiki, nú bólkurin longu áðrenn fløguútgávuna hevur havt 2 mega-hitt. Spennandi verður at hoyra Petur William Háberg saman við nøkrum av fremstu rock-tónleikarum í landinum.

 

Kutless er í dag á ferð onkuðstaðni í Føroyum ? teir vilja síggja okkurt av hesum vakra landinum, hóast tað í dag ikki sær út júst eins og summarmyndirnar á alnótini! Askham-bussar í Klaksvík taka sær av at koyra bólkin kring landið. Annars verður møguleiki at løða upp til konsertina seinnapartin, tá Lindin fer at senda beinleiðis undan konsertini, har verður prát við fyriskiparar, áhoyrarar og uttan iva onkran av limunum í bólkinum.

 

Atgongumerki til konsertina fáast við dyrnar frá kl. 19:00, tá cafeteria í Kelduni eisini letur upp.

 

Kelda: gjamma.com