Tað er í kvøld at EM endaspælið, sum hendan seinasta mánaðan hevur verið spælt í Fraklandi, endar.
Klokkan 20:00 bresta vertstjóðin Frakland og Portugal saman á Stade de France leikvøllinum í býarpartinum Saint Denis í París.
Tað hevur alla tíðina verið væntandi at Frakland fór at koma langt í kappingini. Hópurin hjá Fraklandi er seinastu árini vorðin alsamt sterkari enn hann áður hevur verið, og hesa ferðina er tað gott fótbóltsspæl og gott samanahald sum eyðkennir franska landsliðið, í mun til fyri fáum árum síðani tá gølur eyðkendu franska landsliðið til endaspøl. Besta dømi var í 2010 tá Frakland var til HM í Suður-Afrika.
Tað er heldur meira óvæntað at Portugal er komið í finaluna. Portugal endaði í innleiðandi bólkinum á einum triðja plássi, aftanfyri lond sum Ungarn og Ísland. Í bólkaspælinum spældi Portugal allar tríggjar dystirnar javnar, og merkisvert var, at aftaná at Portugal hevði spælt fimm dystir í EM endaspælinum í ár, høvdu teir ongan vunnið í vanligari leiktíð.
Í hálvfinaluni móti Wales var tó eingin slingur í valsinum hjá Portugal, tá teir vunnu sannførandi. Tað er serliga Cristiano Ronaldo sum er heilt stóra vónin hjá Fraklandi. Hann var undir nógvum atfinningum í byrjanini av kappingini, men hann hevur leverað seinastu dystirnar. Cristiano Ronaldo skal tí av álvara traðka í karakter, um Portugal skal hava vónir um at vinna EM finaluna í kvøld.
Tað er tó eingin sum helst ivi um, at Frakland er ein greiður favorittur til finalu dystin í kvøld. Frakland hevur ein sterkari hóp enn Portugal, og so hevur Frakland eisini ein fyrimun til finaluna við tað at teir hava heimavøll.
Finalu dysturin millum Frakland og Portugal byrjar klokkan 20:00.