Tað eru tvey lið, sum sunnudagin løgdu rygg til 3-0 tap ímóti høvuðsstaðarfeløgum, ið hittast í Sarpugerði í kvøld. Víkingur tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB, og 07 Vestur tapti 3-0 á heimavølli ímóti B36.
-At B36 fór til hús við 3-0 sigri var misvísandi úrslit. Vit høvdu fleiri møguleikar og marginalirnar ímóti okkum, og tað var ikki fyrrenn vit vórðu undirmannaðir, og vit spentu álopsbogan, at B36 skoraði til 2-0 og 3-0, siga vágamenn.
Uppskriftin hjá teimum í Gøtu í dag verður, sum hon var, tá ið teir fyri stuttum vardu seg til málleysan javnleik á útivølli ímóti HB. Ta ferðina vóru teir í 07 Vestur vandamiklir í fleiri skjótálopum. Tehé Aristidé verður ikki við í dag, tí hann er leikbannaður eftir beinleiðis reyða kortið ímóti B36.
Víkingarnir vóru illa nøgdir við seg sjálvar eftir trivaliga tapið í Gundadali:
-Eitt er at vit tapa á útivølli ímóti HB. Eitt annað er at hyggja í spegilin og vita, at avrikið avgjørt ikki var nóg gott, hvørki sum lið ella einstaklingar, ásannaðu víkingarnir í Gundadali í samrøðu við Rás2.
Í kvøld verður nýggjur maður millum stólparnar hjá Víkingi, tí Geza Turi sunnudagin sá reytt. Sannlíkt er, at málverjin verður 16 ára gamli Elias Rasmussen, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at verja Víkinga málið í bestu deildini.