Kristel Lisberg er ein av finalistunum í sangkappingini Dansk Pop Talent, sum er kapping hjá sjónvarpsrásini dk4. Kappingin er við løttum popptónleiki á donskum máli.
53 luttakarar vóru í innleiðandi kappingunum, og nú eru 10 eftir. I kvøld skal so avgerast, hvør vinnur kappingina.
Finalan verður hildin í Forum í Horsens, og dk4 sendir beinleiðis frá finaluni. Hyggjarar hava møguleika at ávirka úrslitið av kappingini, tí til ber at atkvøða við sms-boðum.
Kristel Lisberg luttekur við sanginum Frit Fald.