Kvørnin melur aftur

Tíðarritið Kvørnin, sum Sands Bygdarsavn gevur út, er komið. Hetta er fimta árið, ritið kemur út

Útgáva
Sands Bygdarsavn gevur á fimta árið tíðarritið Kvørnina út. Ólavur Clementsen, heimasandsmaður í Hoyvík, hevur ritsjórnað saman við Marnu Jakobsen og Julionnu Joensen á Sandi.
Innihaldið er sum undanfarin ár áhugavert tilfar úr søguni. Bygdarsøga og kvinnusøgur, eins og skrivað er um, tá sýslumaðurin Schrøder stevndi einum 22 ára gomlum fiskimanni úr Skopun.
Stórur partur av blaðnum er um bygdina Skaravanes, og siga útgevararnir í oddagreinini, at á hesum sinni endar ættarsøgan um Skarvanes bygd. Hugvekjandi er, at hon endar rættiliga bókstaviliga eisini, tí í blaðnum er mynd frá jarðarferðini hjá teimum báðu seinastu skarvanesmonnunum Kristoffuri og Oliveri Johannesen á Fjallinum.
Eisini er greitt frá um bátar, útróður, grindaferðir og læknaferðir. Umframt eru søgur frá hoybering á Skarvanesi. Herligar skemtisøgur.
Eisini konufólkini eiga væl av rúmd í blaðnum hesaferð. Høvundarnir siga soleiðis í oddagreinini:
»Konufólkið fær eisini rúm í Kvørnini, mangar áhugaverdar søgur eru um konur á Skarvanesi. Harumframt verða endurgivnar nakrar myndir úr rúgvusmikla myndasvaninum, sum lá eftir Petru í Koytu. Tær báðar systrarnar, Petra og Beata í Koytu, høvdu listarligar gávur, dømi um hetta sæst á Føroya Fornminnissavni, har tvey áseymaði teppi hanga, annað við myndum úr víkingastíð. Myndatól vóru ikki hvørsmansogn tá á døgum, so áhugin hjá Petru fyri myndatøku kemur okkum øllum til góðar nú. Vit høvdu verið fátækari uttan hesar myndir«.
Eisini skúvoyarkonur fáa pláss í kvørnini. Sjúrður Poulsen skrivar grein um neytakonur í Skúvoy.
Kvørnin er hesaferð 64 síður til støddar og kostar 70,- krónur.