Heystið fyllir nógv í Kvívíkar kommunu, og tískil er tað náttúruligur partur av námsfrøðiliga arbeiðinum, at børnini sleppa at síggja, tá ið seyðurin verður flettur.
Børnini vóru spent, tá ið tey sluppu at síggja ímeðan flett varð, og somuleiðis fingu tey frágreiðing um hjarta, tálg, seyðarhøvd, o.a. Eisini fingu børnini at vita, hvussu hetta bleiv hagreitt. Ein av døgunum verður so borðreitt fyri børnunum við seyðunum, sum varð flettur.