Kvívíkingar fáa sín vilja

FYLGJA FÒLKAVILJANUM Bygdaráðið í Kvívík er sinnað at fylgja tí greiða fólkaviljanum um samanlegging

Fær ein stórur meiriluti av fólkinum í Kvívíkar Kommunu sín vilja, verða tey løgd saman við Tórshavnar Kommunu.
Tað er greiða úrslitið av fólkaatkvøðuni í teimum fimm bygdunum í Kvívíkar Kommunu í gjár.
Tilsamans høvdu 445 fólk vælrætt og av teimum vóru 326 fólk, ella 73,26% á vali.
Av teimum vóru 13 atkvøður ógildugar.
Og tá ið atkvøðurnar vórðu taldar, vísti tað seg, at heilt stórur meiriluti fyri, at leggja saman við Havnini.
Í fyrstu atløgu vísti atkvøðugreiðslan, at stórur meiriluti er fyri at Kvívík leggur saman við aðrari kommunu, tí tað vilja 226 fólk av teimum 326, sum greiddu atkvøðu, ella 72,2%
Av teimum, sum vildu leggja saman vildu heili 167 leggja saman við Havnini, 49 vildu leggja saman við Vestmanna og bara 10 fólk vildu leggja saman við Kvívík.
Hinvegin vildu 87 fólk ikki leggja saman og tað er 27,8% av teimum, sum atkvøddu.
Men verða tey tvingað at leggja saman við lóg, vilja heili 64 av teimum leggja saman við Havnini, 14 vildu leggja saman við Vestmanna og ikki fleiri enn 9 vildu leggja saman við Vágum.
Sostatt vísir úrslitið, at heili 231 fólk í Kvívíkar Kommunu vilja leggja saman við Havnini, 63 vilja leggja saman við Vestmanna og bara 19 vilja leggja saman við Vágum.
Fimm bygdir eru í Kvívíkar Kommunu: Kvívík, Válur, Stykkið, Leynar og Skælingur.

Fáa sín vilja
- Vit eru sinnað at akta fólksins vilja.
Tað er stutta niðurstøðan hjá Dánjal Petur Múller, borgarstjóra í Kvívík, eftir fólkaatkøðuna í kommununi í gjár um samanlegging.
Hann staðfestir, at tá ið avgøjrt var at hava fólkaatkvøðu var tað fyri at fáa fólksins meining at vita.
Men tað var eisini greitt, at fólksins vilji skal virðast.
Her er talan um so sera greiðan meirluta, so her er onki at ivast í, sigur hann.
Tí fer Kvívíkar Kommuna nú at senda umsókn til Tórshavnar Kommunu um samanlegging.
Hann sigur, at tey mugu eisini tosa við Tórshavnar Kommunu um, hvussu farast skal fram.
Eitt sum hann her sipar til, er, at borgarstjórin í Havn hevur sagt í Sosialinum, at meiri eigur ikki at verða lagt afturat Tórshavnar Kommunu fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í Havn, so at eisini havnarborgarar fáa høvi at siga sína hugsan um hetta.
Hann veit ikki akkurát nær tað verður, men tá ið bygdaráðsfundur verður aftur í Kvívík, verður málið tikið upp.
- Tað eru spurningar, sum hesir, ið greiða má fáast á.
Dánjal Petur Múller sigur, at landsstýrið má eisini kunnast um ætlanina og so er spurningurin, um landsstýrið vendir tummil upp ella niður.

Ímóti
Hetta verður ein tilgongd, sum kanska fer at krevja serliga nógv av borgarstjóranum, tí Dánjal Petur Múller dylir ikki fyri, at sjálvur er hann ímóti samanlegging.
- Eg haldi, at Kvívík skal varðveitast sum sjálvstøðug kommuna, tí eg haldi, at tað er eitt ov stórt inntriv at gera at avtaka kommununa.
- Hinvegin eigur kommunan so at samstarva við aðrar kommunur um uppgávur, sum vit ikki makta at loysa einsamallir.
Men nú fólkið hevur talað sítt greiða mál, er hann fúsur at taka tað til eftirtektar.

Fylgjast
Í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging stendur, at Vestmanna og Kvívík skulu velja sama samstarvsøki.
Og økini, tey fingu at velja ímillum vóru Vágar, Sundalagið ella Streymoy, sum í hesum føri er Havnin.
Og Vestmenningar hava sagt sína hugsan á fólkaatkvøðu tann 19. januar í 2008 og har var úrslitið eisini, at meirilutin av vestmenningum vilja samstarva við Tórsavnar Kommunu.
Á fólkaatkvøðuni vóru 61,1% av vestmenningum fyri at samstarva við Havnina og tað varð staðfest í bygdaráðnum nakrar fáar dagar seinni og fráboðað landsstýrinum.
So her er í samsvar ímillum fólkaviljan í Vestmanna og í Kvívík, so í ølllum førum er tann snávingarsteinurin ruddaður av vegnum.


Kvívík í tølum
Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni í Kvívík varð hetta.
Valrætt høvdu: 445 fólk
Atkvøður: 326 atkvøður, ella 73,26%
Ógyldugar: 13 atkvøður
Fyrsti spurningur var:
Skal Kvívík leggja saman við aðrari kommunu?
Ja: 226 ella 72,2%
Nei: 87 ella 27,8%
Av teimum, sum søgdu ja, vilja:
- 167 leggja saman við Havnini
- 49 leggja saman við Vestmanna
- 10 leggja saman við Vágum
Tey 87, sum vildu varðveita Kvívík sum sjálvstøðuga kommunu, skuldu kortini svara, hvørjum tey vilja leggja saman við, verða tvey tvingað til tað við lóg.
Av teimum vildu:
- 64 leggja saman við Havnini
- 14 leggja saman Vestmanna.
- 9 leggja saman við

Sostatt vísir úrslitið, at tilsamans vilja 231 kvívíkingar av teimum 326, sum greiddu atkvøðu, leggja saman við Tórshavnar Kommunu, 63 vilja leggja saman við Vestmanna og bara 19 vilja leggja saman við Vágum.