Soffi Egholm úr Leynum hevur saman við einum áhugabólki tikið stig til at savna undirskriftir. Og tá Sosialurin tosaði við hana, vóru tey komin upp á 200 undirskriftir.
? Fólk her um leiðir eru sera hørm um støðuna og skilja ikki atburðin hjá Postverkinum, sigur Soffi, sum fer at handa løgmanni undirskriftirnar í morgin ella ovurmorgin.
Tey vóna at koma upp um 250 undirskriftir, og tað skuldi farið at eydnast teimum, tí enn er eitt øki eftir, har tey ikki hava verið.
Ein áhugabólkur er har í økinum, sum hevur tosað nógv um henda trupulleikan, sum nú hevur stungið seg upp. Men Soffi sigur, at tað nyttar onki at bara sita og tosa. Hon helt, at stundin var komin til at gera okkurt ítøkiligt við støðuna, og hon tók tískil stig til at savna undirskriftir inn.
Hon vísir á, at tað er serstakliga tvørligt hjá nógvum, sum ikki hava bil at sleppa til Kollafjarðar, tá tey hava ørindi á posthúsinum. Tí tað er ongin bussruta til Kollafjarðar. Tey noyðast til Havnar fyrst.
Soffi sigur at enda, at tað hevur skapt øsing millum fólk, tí tað hendir alt ov nógv upp á eingang nú. Sparikassin hevur avmarkað sínar avgreiðslutíðir til bara at vera hósdag frá klokkan 15 til 18, og nú er Posthúsið latið aftur.
Soffi sigur, at tey kunnu ikki góðtaka, at ein tænasta sum henda verður niðurløgd, og tey standa eftir við ongum.
? Tað minsta vit kunnu fáa ístaðin er ein landpostruta, heldur hon.