Kvett grundað á samstarvstrupulleikar

Hóast hvørgin parturin vil vátta tíðindini, so eru tað eftir øllum at døma samstarvstrupulleikar, ið gera, at fýra bygdarráðslimir í brævi heita á Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær sum borgarstjóri á Sandi

Stór órógv hevur verið á Sandi, síðan tað kom fram, at fýra av bygdaráðslimunum hava sent bræv til Páll á Reynatúgvu, borgarstjóra, har teir heita á hann at leggja borgarstjórasessin frá sær. Líka til nú, hevur tað ikki verið frammi, hvat stendur í brævinum.

Tað er nevniliga soleiðis, at heimasandsfólk bara hava vitað, at nú er tað eina ferð enn stríð í kommununi hjá teimum.

Miðlarnir hava verið eftir bæði borgarstjóra og brævsendarum at fáa eina frágreiðing, men tøgnin hevur verið einasta ljóðið.

Hetta hevur givið borgarunum í kommununi ein trupulleika. Fá vita nevniliga, hvør stýrir í kommununi, hvør orsøkin er til ætlaða kvettið ella hví hetta ætlaða kvett kemur beint nú.

- Hetta byrjar veruliga at blíva óbehagiligt, sigur eitt av bygdarfólkunum.

Og tað er júst soleiðis stemningurin í bygdini er. Øll vilja hava at vita hvør ræður, men fáur vanligur borgari veit. So fáur, at sjálvt onnur av frisørunum í bygdini, ikki dugir at siga, hvat fyriferst. Hinvegin eru fleiri, sum vilja gita ymiskt, og tað er líka frá gølum til vanligt politiskt valdspæl.

Eisini halda fólk í bygdini tað vera sera óheppið, at stríðið skal halda fram í bygdarráðnum, tá kommunan hevur nógvar avbjóðingar, sum Sandoyartunnil, ítróttarhøll og eisini kommunusamanlegging.


Brævsendarar tiga

Tá teir, sum hava sent brævið til Páll á Reynatúgvu, verða spurdir, hvat stendur í brævinum, siga teir seg minnast illa, men at brævið ikki er nøkur verulig bumba. Afturat tí vilja teir helst ikki tosa um málið og meta, at Páll á Reynatúgvu eigur næsta leik.

- Tað er Páll á Reynatúgvu, sum hevur bóltin, og nú bíða vit eftir, hvussu hann verður spældur víðari, sigur Fríði Nolsøe, ið er ein av teimum fýra, sum hava skrivað undir áheitanina á Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær.

Hinir, ið hava skrivað undir, eru Poul D. Klementsen, Eyðvarur Petersen og Brandur Sandoy. Felags fyri teir allar er, at teir allir valdu Páll á Reynatúgvu til borgarstjóra, men bara Brandur Sandoy var á sama valevnislista, sum Páll á Reynatúgvu.

Hóast teir fýra ikki vilja greiða frá, hvat stendur í brævinum, so siga teir seg ikki vera bangnar fyri upplýsingunum í brævinum.

- Tit skulu bara fara til Páll. Hann hevur í hvussu so er móttikið brævið og nú er tað hansara. Og fyri okkum skal hann vera meira enn vælkomin at almannakunngera tað, siga teir.

Allir halda tó fast við, at tað ikki hevði teirra áhuga, at málið endaði í miðlunum. Og tí greiða tær frá, at teir ikki hava borið boðini um brævið, sum nú er vorðið samrøðuevnið hjá øllum borgarunum í bygdini, tí ongin vil siga, hvat stendur í, meðan Brandur Sandoy, sum var á sama lista sum borgarstjórin, hevur ongantíð verið á fáa orð á.


Hinir eiga bóltin

Páll á Reynatúgvu er hinvegin sannførdur um, at tað mugu vera teir, sum hava sent brævið, ið koma fram við teirra argumentum fyri at fáa borgarstjóran at leggja frá sær.

- Tað má vera fyrsta treyt, at áloypararnir koma við sínum, áðrenn hin parturin verjir seg, sigur Páll á Reynatúgvu, og staðfestir, at hinir bara skulu spæla bóltin.

Tó kann Páll á Reynatúgvu anda lætt, tí tað ber sambært kommunustýrislógini ikki til at koyra ein borgarstjóra frá, eftir hann er valdur. Um hann ikki ger nakað ólógligt, væl at merkja. Tí er tað bara Páll á Reynatúgvu, sum avger, um hann fer frá ella ikki.

Á sama hátt sum Brandur Sandoy, hevur Páll á Reynatúgvu heldur ikki verið beinleiðis lættur at fáa orð á. Ikki fyrr enn hann varð funnin í túninum hjá sær vildi hann tosa um málið.


Brævið

Sosialurin hevur enn ikki fingið sjálvt brævið, sum er sent borgarstjóranum, men innlit er umbiðið. Men alt bendir á, at brævið ikki hevur nakra ávísa grundgeving. Sum skilst verður orðið samstarvstrupulleikar nýtt, og hetta vil hvørgin av pørtunum avsanna.

Somuleiðis eru báðir partar samdir um, at tað ikki stendur so nógv í brævinum, og fleiri ferðir lata partarnir upp fyri møguleikanum, at onki konkret mál verður umrøtt. Samstundis sigur borgarstjórin sigur at brævið er rættiliga fáorðað, hóast hann ikki vil tosa um, hvat stendur í brævinum.

- Tað er okkurt politiskt, sigur Fríði Nolsøe, sum annars ikki sigur seg minnast so nógv um málið.

Hetta bendir somuleiðis á, at talan veruliga er um stríð um vald í bygdarráðnum og tí er orðið samstarvstrupulleikar helst lætt at nýta.


Mist álitið

Teir fýra, sum nú hava sent borgarstjóranum brævið, hava eftir øllum at døma sera lítið álit á borgarstjóranum, tá teir biðja borgarstjóran siga seg úr starvi, men tá teir beinleiðis verða spurdir, eru teir ikki eins støðufastir.

- Eg veit ikki, um eg stuðli honum ella ikki. Tað veldst, hvør hansara næsti leikur verður. So beint nú taki eg tað róligt, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur Brandur Sandoy.

Hinir tríggir brævsendararnir eru samdir um, at teir ikki vilja gera viðmerkingar til álitið teir hava á borgarstjóran, teir sjálvir hava valt fyri átta mánaðum síðan.


Fer ikki frá

Sum støðan er nú, er møguleiki fyri, at Páll á Reynatúgvu hevur minnilutan aftanfyri seg í Sands kommunu. Men at leggja frá sær fer hann eftir øllum at døma ikki.

- Eg eri valdur við fjórðuhvørjari atkvøðu í kommununi, og eg varð einmælt valdur til borgarstjóra, sigur borgarstjórin.

Hann leggur afturat, at hann ikki kennir seg kroystan av hesum brævi, og hann sigur somuleiðis, at hann ikki var beinleiðis skelkaður av brævinum.


Boðið borgarstjórasess

Hóast teir, sum hava sent brævið, nokta fyri, at teir hava avgjørt, hvør verður borgarstjóri, um Páll á Reynatúgvu leggur frá sær, so benda úttalilsi hjá borgarstjóranum á, at Brandur Sandoy hevur fingið sessin í boði fyri at fara í part saman við hinum.

- Eg eri als ikki kløkkur av støðuni. Tað vísir seg ofta at gerast freistingarnar nóg stórar í politikki, sigur Páll á Reynatúgvu.

Um nakað kvett veruliga verður er ilt at siga, men 28. septembur verður bygdarráðsfundur, og tá fæst at síggja, um Sandur fær nýggjan borgarstjóra, um Páll á Reynatúgvu fer at arbeiða í minniluta ella um teir fýra brævsendararnir onki fáa burtur úr at hava sent hetta bræv.

Ikki fyrr enn tá, fáa borgararnir at vita, hvør leiðir kommununa.