KvF skal uppstiga almenna kjakið

Lýsinga- og sponsorpengar skulu burtur úr fíggjarliga grundarlagnum hjá KvF, og í staðin skal KvF-gjaldið verða mvg-frítt. Og Kringvarpið skal bæði loyva øðrum fram at at gera tilfar og miðla tilfar frá øðrum miðlum víðari. Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Tó at hann ofta hevur hvassar, almennar við­merk­ing­ar um Kringvarpið og kanska serliga um tíðinda- og aktualitetspartin, so ivast Sámal Matras Kristiansen, sam­felags­frøðingur, onga løtu í, at tað er neyðugt at hava ein almennan public service-miðil í Føroyum.
Men hann skal vera óheft­ur, og tað heldur Sámal Matras Kristiansen ikki, at Kring­varpið er, so leingi tað fyri ein stóran part er fíggjað av lýsingum og sponsor­peng­um.
Hann undirvísir í sam­felags­frøði á Føroya Studenta­skúla og HF-skeiði í Hoy­dølum, og serliga innan stjórn­mála­frøðina fylla mið­lar­nir nógv.
- Tað hevur stóran týdn­ing at hava eina pressu, sum kann uppstiga og kvalifi­sera almenna kjakið. Um teir privatu ikki megna tað – og tað haldi eg ikki, at teir gera – so mugu vit hava ein al­menn­an miðil, sum hevur møgu­leika at vera leysur av fíggj­arligum ­og politiskum áhuga­málum at gera tað. Kring­varpið skal vera tað íkastið, sum tryggjar dygd­ina, sigur Sámal Matras Kristian­sen.

Sjálvsensurur
Men KvF fær ikki spælt henda leiklutin, so leingi stovn­­­sins tilvera er treyt­að av lýs­inga- og sponsor­peng­um, heldur hann.
Tað eru serliga tvær óhepn­ar avleiðingar, sum ver­andi støða sambært Sámal Matras Kristiansen kann elva til: Sjálvsensur, tí stovnurin ikki torir at vera nóg atfinningarsamur mót­veg­is lýsarum, og undir­halds­kent, drama­ti­ser­andi tilfar, ið kann draga nógvar lurt­ar­ar og hyggjarar at sær – hetta seinna er avgerandi, tá lýsingar skulu seljast ella sponsor­ar fáast at leggja peng­ar á borðið.
- Óheftni orsakað av lýs­ing­um og sponsoratum er størsta hóttanin móti trú­virði­num hjá KvF. Stovnurin, sum á pappírinum er ein public service-stovnur, er noydd­­u­r at kappast upp á undi­r­haldsvirðið og satsa upp á lætt tilfar. Tað er bein­leiðis í andsøgn við tað, ið ein public service-miðil eigur at gera umframt at vera ein fjøl­tátt­aður mentanarberi, nevni­liga gera kvalifiserað, kjak­elvandi tilfar og lýsa poli­tikk og samfelagsmál á ein breiðan og sakligan hátt, sigur Sámal Matras Kristian­sen.

Tosa eftir munninum
Hann heldur avgjørt, at Krin­g­varpið hevur nógv gott tilfar, men tað er tað vána­liga, ið oyðileggur trúvirðið og álitið á óheftni.
- Nógv orka verður brúkt upp á sendingar, sum tosa brúkarunum eftir munni­num. Í útvarpinum hoyra vit dagliga óredigeraðar prá­ti­sendingar, sum ikki á nakran hátt eru kvalifiserandi fyri hyggj­ar­ar og lurtarar. Hesar send­ingar verða gjørdar orsak­að av kapping við aðrar miðl­ar, sigur Sámal Matras Kristian­sen.
Hann heldur, at ein yvirvág av slíkum sendi­ng­um sáar iva um tilverurættin hjá stovninum sum public service-stovni, samstundis sum hon ger seg inn á til­veru­grundarlagið hjá teim­um privatu miðlunum.
- KvF skuldi heldur onkurs­vegna hýst tilfari frá øðrum miðlum enn ligg­ja í kapping við teir. Tað kundi verið við tilvísingum og internetleinkjum ella á annan hátt. Altso, eg haldi, at almenna Kringvarpið átti at sæð seg sum eitt positivt ís­koyti og ein eyka plattform hjá privtu miðlunum held­ur enn teirra ídnasti kapp­ing­ar­neyti. Eg haldi, at tørvur er á at skapa eitt gott og dyna­miskt miðlalandslag, og at Kringvarpið av sínum einting­um eigur at hjálpa dygd­artilfari frá øðrum veitar­um framat. Tað eigur at vera ein náttúrlig public service-skylda eisini at vera við til at tryggja eitt breitt miðlaútboð, sigur samfelagsfrøðingurin.

Tíðindini í lagi
Hann heldur, at tað er í tíðinda- og aktualitets­parti­num, at trúvirðið er størst og Kring­varpið best livir upp til krøvini um óheftni og sín public service-status.
- Tíðindasendingarnar eru sum oftast ok og eisini aðrar sendingar, eitt nú Radarin, og á mentanarøkinum In Mente, sigur Sámal Matras Kristian­sen.
Kringvarps­journal­istar­nir fáa ofta skotið í skógv­ar­nar, at teir eru reyðir, men hetta er ikki nakað, ið nervar hann tað stóra
- Kanningar í øðrum lond­um vísa, at nógvir journal­ist­ar eru vinstrahallir, men sam­stundis vísa aðrar kanningar, at journalistar fyri so vítt duga væl at arbeiða óheftir. Ivaleyst hava tey eisini hesar før­leikar í Kringvarpinum. Annars er tað jú absolutt upp á sítt pláss at kritisera makt­havararnar, og tað er jú tilvild­ar­liga soleiðis, at makt­havara­rnir eru borgar­lig­ir í løtuni.
Hann vísir á, at hetta slag­ið av kritikki fáa public service-miðlar í flestu lond­um eisini oman yvir seg.
- Jú onkuntíð kundi breidd­in verið betri í kring­varpstíðindunum, og nakrir blindvinklar eru viðhvørt. Men tað eru ikki slíkir svipsarar, sum eg fái mest ilt av. Eg irriter­ist meira av samlaða kon­septi­num, sum hevur alt hetta undirhaldskenda og drama­ti­serandi tilfarið við sær bert fyri at tekkjast lýsarun­um, sigur Sámal Matras Kristian­sen.
Hann leggur eisini dent á, at Kringvarp Føroya saman­borið við public service-miðl­ar aðra staðir er ein sera lítil miðil við einum lítlum fíggjar­grundarlagi. Tí er tað skeivt at vilja ov nógv við ov lít­ið av pengum. Í staðin eigur at raðfestast hart, held­ur hann.
- Kringvarp Føroya er ikki BBC, og fær ikki verið við á øllum økjum. Tí eigur stovn­ur­in at fokusera upp á tað, sum er mest avgerandi, tíð­indi, mentanartíðindi og barna­til­far, sigur Sámal Matras Kristiansen.