Kvinn­ur í bankaleiðslur

– Vit kunnu staðfesta, at eing­in kvinna í øll­um­ kong­a­rík­i­num hevur teir før­leik­ar­nar, sum skulu til fyri at røkja eitt leiðsl­u­em­bæti hjá BankNordik, sig­ur Krist­i­anna Winther Poul­sen, for­kvinn­a í Jav­n­støð­u­nevnd­ini dámar ikki.

Í grein, hon vegna Javn­støð­u­nevnd­ini hev­ur sent bløð­u­num vísir hon á, at Fígg­ing­ar­grunnurin frá 1992 eig­ur ein tri­ð­ing av Bank Nordik. Tað er so­statt Før­­oya Lands­stýri og har­við Før­oya fólk, bæði kvin­n­ur og menn, sum er størsti part­­­a­eig­ar­in. Ó­hepp­ið og ó­­hósk­­andi, at høv­uðs­part­a­eig­ar­in fær so ússaliga um­boð­an í leiðsluni.

- Men vit kunnu so stað­festa, at eing­in kvinna í øll­um kong­a­rík­i­num hev­ur teir førleikarnar, sum skulu til fyri at røkja eitt leiðsluembæti hjá bank­a­num. Ella er tað tann eft­ir­hond­i­­ni væl­kendi blindi vink­ul­in, sum hev­ur stung­ið skør og elvt til eina ó­nøkt­andi rekrut­t­ering, spyr hon.
Hon vísir á, at á heim­a­síðuni hjá Bank Nordik kann les­ast undir yvirskriftini »Virðir«, at bankin er og vil vera framsøkin.

- Tilnevningin av nýggju stjór­u­num bendir á, at hetta framsókni ikki skal gald­a á starvsfólkaøki Bank Nor­d­iks, sigur Kristianna Wint­her Poulsen, forkvinna í Javn­støð­u­nevnd­ini.