Nógv fólk vóru í býnum í Havn gjárkvøldið, men tey flestu fóru tíðliga til hús, tí tað var so ófantaligt veður.
Politiið sigur frá nógvum fullum fólki. Ein var ein 30 ára gomul kvinna, sum datt á sjógv út móti Bursatanga.
Manningin á Ternuni sá hana liggja á brúnni. Um hon er sloppin upp aftur sjálv, ella onkur hevur hjálpt henni, veit politiið ikki.
Hon varð koyrd út á skaðastovuna.