Kvinna ? eitt vakurt blað

Hóskvøldið upprann stóra løtan, har Kvinna, fyrsta kvinnublaðið í Føroyum av sínum slagi, varð avdúkað. Sigast skal beinanvegin, at talan er um eitt valaverk, sum gevur lesaranum fatan av, at her hava vit eitt sera professionelt blað. Nógv varð eisini gjørt burturúr, nú blaðið er komið út

? Kvinna ? eitt vakurt orð, byrjaði Lena Lindenskov Mohr, blaðstjóri, sína røðu hóskvøldið.
Tað kann gott vera, at orðið er vakurt, men tað er blaðið so sanniliga eisini.
Góðskustøðið er høgt. Ongin ivi um tað. Tá forsíðan varð avdúkað á tíðindafundi í Listaskálanum hóskvøldið, fór eitt sús gjøgnum fólkini, ið hjástødd vóru.
Nógv PR arbeiði hevur verið gjørt til hetta blaðið, men kortini hevur so at siga alt viðvíkjandi blaðnum verið meira ella minni loyniligt og harvið skapt eitt ávíst forvitni millum fólk.
At fólk ganga í spenningi og bíða eftir nøkrum, fær eisini forvæntningarnar at økjast. Tað kann vera vandamikið í summum førum, um nú tað sum koma skal ikki megnar at liva upp til tað, ið fólk vænta. Men tí nýttust útgevararnir av Kvinnu ikki at bera nakran ótta fyri. Tí tann fyrsta útgávan av Kvinnu livir uttan iva upp til væntningarnar.
Forsíðan er sett upp á ein slíkan hátt, at tú verður fangað av henni. Myndin er flott, og vakra kvinnan fangar teg við sínum eygnabrái. Tú fært hug til at síggja meira, og tá tú so fært blaðið í hondina, merkir tú, at her veruliga er talan um góðsku. Seinni sært tú tað eisini, tá tú blaðar blaðið ígjøgnum.
Sum blaðstjórin Lena Lindenskov Mohr segði í røðu sínari, so er tað sjálvandi innihaldið, ið telur mest, men útsjóndin hevur eisini nógv at siga. Á tí økinum livir blaðið so í øllum førum upp til nógvar av útlendsku kappingarneytunum.

Fjølbroytt innihald
? Vit ynskja at skapa eitt rúm fyri kvinnur, har evni í okkara gerandisdegi hava framíhjárætt. Eitt rúm, har vit kunnu geva og fáa íblástur. Vit hava sett okkum fyri at velja og viðgera evnini í einum viðkomandi føroyskum ljósi, har stórur dentur er lagdur á góðskuna, bæði hvat innihaldi og útsjónd viðvíkur, segði Lena L. Mohr millum annað í røðu sínari.
Hon vísti á, at hóast føroyskar kvinnur í eitt langt áramál hava keypt tey útlendsku kvinnubløðini, so hevur tað mangan verið so, at viðgjørdu evnini ikki hava verið so løtt at sett inn í føroysk viðurskifti.
Innihaldið í Kvinnu er fjølbroytt. Har verður farið í dýpdina við ymiskum evnum, har er portrett av føroyskum kvinnum, sum hava okkurt serligt at siga, eitt ávíst evni verður lýst frá fleiri síðum, mótasíður, vitjað verður í føroyskum heimum, har eru matsíður og eisini hugskot um, hvussu ein kann viðlíkahalda ein føroyskan hava og mangt annað.
? Tað er ofta, at føroyska veðurlagið ikki passar við ráðgevingina um havar, sum kann fáast í útlendsku bløðunum, segði Lena.
Til júst hendan táttin um urtagarðaviðlíkahald, er einasti maðurin á redaktiónini settur. Michael Kjøller Jacobæus er hann, ið kemur við góðum ráðum um urtagarðarnar.

Heildarkonsept
Kvinna er annað enn blaðið. Í sambandi við at blaðið er komið út, er ein fløga gjørd, sum fólk kunnu ogna sær við at tekna seg sum haldara. Á fløguni eru 12 sangir, sum fremstu tónleikakvinnurnar í Føroyum framføra. Tvær av teimum luttóku eisini á tíðindafundinum í Listaskálanum, Guðrun S. Jacobsen og Lena Andersen.
Umframt hetta er ein heimasíða, www.kvinna.fo. Lena greiddi frá, at endamálið við heimasíðuni fyrst og fremst er at skapa eitt forum, har kvinnur kunnu kjakast ella ráðføra seg við hvørja aðra um ymisk evni. Tað veri seg børn, kærleika ella hvat tað nú skal vera.
Á heimasíðuni er eisini ein handil, har kvinnur kunnu keypa beinleiðis av netinum og gjalda fyri síðani at fáa vøruna senda heim til sín við postinum.
Sum heild er nýggja blaðið eitt frískt lot í tí annars til tíðir heldur stirvna blaðheiminum í Føroyum.
? Foreldur míni hava upplivað at fáa tann fyrsta bilin, elektrisitetið og so víðari. Vit hava upplivað at fáa teldu, internet, fartelefon. Er tað ikki upp á tíðina, at vit fáa eitt kvinnublað í Føroyum, spurdi Lena at enda í røðu sínari.
Síðani presenteraði hon redaktiónina á blaðnum, og so tóku Lena og Niclas yvir.
Tað bar til at keypa blaðið á fundinum ella at tekna hald. Hvussu mong teknaðu hald er ikki gott at vita, men meginparturin av fólkunum mundu fara heim hetta kvøldið við einum Kvinnu undir arminum.
Skeptikarar hava kanska hug at spyrja, um hetta fer at bera til. Til tað skal sigast, at um útgevarin og redaktiónin megnar at halda høga støðið, so fer tað at bera seg. Uttan iva.