Kvinnufeløgini eru snópislig

-Danska fosturtøkutiltakið avdúkar, at kvinnufeløgini í Føroyum ikki arbeiða fyri at hjálpa føroyskum kvinnum, ið vilja hava fosturtøku ella rættindi til fosturtøku.
Hetta metir tíðindakvinnan Brynhild Thomsen út frá kjakinum, sum verið hevur um fosturtøku í seinastuni.

-Eg havi fylgt við kjakinum um fosturtøku síðan í 50 árunum, og eg kann í
dag bert staðfesta, at kjakið ikki hevur flutt seg ein tumma seinastu 50
árini.
Orðini eigur Hanna Joensen, sum var biðin um at siga sína hugsan um
fosturtøkumálið í Føroyum á donsku sjónvarpsrásini TV2, sum í sending
sunnukvøldið varpaði ljós á fosturtøkumálið í Føroyum.
Í farnu viku kom enn einaferð røringur í fosturtøkuspurningin í Føroyum,
eftir at fólkatingslimurin, Kamal Qureshi, og felagið, Kvindeligt Selskab,
boðaðu frá einum átaki, sum skal hjálpa føroyskum kvinnum at fáa fosturtøku
í Danmark.
Seinastu árini hevur fosturtøkumálið verið javnan upp og vent, kortini
uttan, at politiski myndugleikin er komin nærri at taka støðu í málinum
komið.
Vit hava spurt tíðindakvinnuna, Brynhild Thomsen, sum hevur fylgt
fosturtøkumálinum gjølla seinast árini, hvør orsøkin er til, at tað er so
tungt hjá føroyingum at taka eina støðu í eldfima málinum

Ættarliðsskiftið
-Orsøkin er sjálvandi fyrst av øllum stóra mótstøðan í Føroyum móti fríari
fosturtøku. Síðani er tað tí, at Danmark og fría fosturtøkan har verður
brúkt sum ventilur, so avleiðingarnar av føroyska abortforboðnum verða minni
sjónskar.

-Í triðja lagi er tað tí, at løgtingslimir hava ov lætt við at lata
vera við at gera tað, sum teir eru valdir til, nevniliga at taka avgerðir og
siga, hvat tey meina. Mangir teirra umbera seg jú við, at danskarar hava
skuldina, tí talan er um eina danska lóg, men gloyma við vilja at siga, at
fosturtøkuskipanin er sum hon er, tí hetta er avleiðingin av, at føroysku
politikararnir ikki tíma at gera sítt arbeiði.

-Harafturat aftra bæði politikarar og vanlig fólk seg við at fara upp í orðaskiftið, tí klimaið er so kolandi heitt. Um prísurin fyri at blanda seg er, at tú verður stemplað sum ógudilig ella ein barnamordari, so velja mong at tiga. Og tað gera tey flestu so, enntá eisini kvinnufeløgini, sigur Brynhild Thomsen og vísir á, at tað er sera avdúkandi, at eitt danskt átak skal til, fyri at føroyskar kvinnur kunnu fáa vegleiðing og stuðul til at fara av landinum fyri at fáafosturtøku. Hetta kann ikki sigast annað enn at vera ein fiasko fyrikvinnufeløgini í Føroyum, - serliga nú tað er komið fram, at tað vóru føroyskar kvinnur sum av fyrstani tíð vildu hava dansk Kvindesamfund - og
ikki tildømis Havnar Kvinnufelag - at gera ein hjálpargrunn, heldur hon.
Sum journalistur hevur Brynhild Thomsen mangan undrast á, hví
kvinnufeløgini í Føroyum hava verið so ósjónlig í fosturtøkuspurninginum. Í
kjaksendinginií SvF týskvøldið kom undan kavi, at føroysku kvinnufeløgini ikki eru á einum máli,hvørt frí fosturtøka skal valda í Føroyum.

Bergtóra Hanusardóttir vísti á, at Havnar Kvinnufelag stuðlar fríari
fosturtøku, meðan kvinnufeløgini á bygd eru ímóti.

Er trupulleikin ikki bara, at føroysku kvinnufeløgini ikki vilja hava fría
fosturtøku í Føroyum, og heldur ynskja status quo?
- Jú, tað er eitt gott boð. Aðrastaðni er vanligt, at kvinnufeløg generelt
stuðla ynskinumum fría fosturtøku, men mótstøðan í Føroyum er eftir øllum at døma so stór,at sjálvt kvinnufeløgini arbeiða ímóti rættinum hjá kvinnum at ráða á egnum
kroppi. Men Havnar Kvinnufelag, sum sigst vera einasta felag, ið er fyri
fríari fosturtøku, hevur eftir míni meining ein stóran trupulleika, um
felagið veruliga ynskir at fremja sítt sjónarmið um fría fosturtøku. Felagið
er púra ósjónligt, og spurningurin er um teirra blunda-og-krógva-strategi
ikki er skaðilig fyri teirra egnu dagsskrá og dagsskránna hjá teirra limum,
vísir Brynhild Thomsen á.
-Tey eru fullkomiliga ósjónlig. Sum journalistur hevur tú ringt við at
finna hesi feløg, og tær kvinnur sum mynda tey. Tey eru ikki á netinum og
næstan heldur ikki í telefonbókini, og tí kanst tú seta spurningin, hvussu
ein 16-ára gomul genta skal finna tær fyri at fáa vegleiðing í eini støðu,
har hon ynskir fosturtøku, tá vit journalistar hava ilt við at finna tær og
fáa tær at siga nakað, spyr Brynhild Thomsen.
Hon heldur sum nevnt, at møguleikin hjá føroyskum kvinnum at fara til
Danmarkar at fáa fosturtøku er ein orsøk til, at føroysku kvinnufeløgunum ikki
stríðast harðari fyri málinum.
- Var tað ikki so lætt at fara av landinum fyri at fáa fosturtøku, so
høvdu vit kanska sæð kvinnur fari út á barrikadurnar, í øllum førum tær
organiseraðu, heldur hon

Politikarar uttan mót
Brynhild Thomsen vísir á, at tulkingin av fosturtøkulógini fra 1956 er
avgjørt ein orsøk til, at bæði kvinnufeløgini og politikarar hava so torført
við at taka eina støðu í málinum.
- Tað skerst ikki burtur, at landssjúkrahúsið og læknarnir hava fingið
fríar ræsur at tulka lógina liberalt - altso taka atlit til t.d. sosial
viðurskifti, tá tey hava skulað játtað eina fosturtøku - enn sjálv lógin
heimilar. T.v.s. at vit hava onga skottrygga tulking av lógini, men nettupp
tí, so veldst alt um, hvør situr í landsstýrissessinum, og hetta er
undirgravandi fyri rættartrygdina, heldur hon.
Hon vísir á, at tað tykist sum um, at bæði politikarar og kvinnufeløgini
vilja varðveita verandi skipan við einum forboði, sum kortini verður brotið
í tí dulda, heldur enn at taka eitt veruligt orðaskifti og eina avgerð í
tinginum.
Brynhild vísir á, at møguliga óttast poltikararnir og kvinnufeløgini, at
tingið ynskir eina strangari tulking av lógini, og harvið versna
møguleikarnir hjá kvinnum at fáa fosturtøku.
- Í fyrsta lagi er hetta hyklarí og vandamikið fyri rættarkensluna, tá
politiska leiðslan stuðlar lógarbrotum av berari røringsangist, men hetta er
eisini at skáka sær undan ábyrgd. Og so kann man av røttum spyrja, hví
tramin politikararnir hava boðið seg fram at stýra landinum, tá teir so
týðiliga ikki vilja stýra kortini, spyr tíðindakvinnan
Hon heldur ikki, at henda støðutakan kann tulkast øðrvísi enn, at
politiska valdið er hoknað undir vandanum fyri einum totalforboði fyri
fosturtøkum. Men vit fáa ikki greiðu á, hvat úrslit tingið hevði komið til,
tí tingið ikki vil viðgera málið, sigur hon.
- Men sum nú er, har meirlutin tykist ganga inn fyri eini skipan, har tað er
"siðvenjan" at taka atlit til kvinnuna meira enn atlit til strongu lógina,
ið ræður, so átti tað at verið gjørligt at fingið eina lóg ígjøgnum, sum
loyvdi hesi "siðvenjuni", metir hon.

Barberað demkrati
-Politikararnir í Føroyum hava mangan als onga virðing fyri "bleytum" málum
og harav heldur ikki hava virðing fyri teimum borgarum, sum kunnu hugsast
atverða kroystir, tí politikararnir bara lata tingini flóta. Tak málið um
skrásett parlag, har ein politikari - enntá ein, sum sigur seg ganga inn
fyri rættindum til samkynd - skrivar eina grein undir yvirskriftini: "Er
homoseksualitetur etandi". Hendan yvirskriftin sigur næstan alt.
Tíðindakvinnan heldur, at vit í Føroyum hava eitt barberað demokrati,
sum hon málber seg. Føroysku politikararnir hugsa meir um fisk og brýr,
meðan týðandi tættir í demokratinum sum javnrættindi og borgararættindi
verða tilvitað skúgvaðir til viks.
- Tað, sum dominerar, eru pengar, fiskur og
samferðsla - og tí hava vit eisini eina ógvuliga óraffineraða og barberaða
útgávu av demokratii í Føroyum. Føroyskir politikararnir eru
demokratiforskrektir, og fleiri ganga als ikki inn fyri liberalum
borgararættindum, sigur Brynhild Thomsen.
- Tað er eygnarívandi, at alt ES nú stendur á øðrum enda, tí ein
kommisserkandidatur hevur sagt at homoseksualitetur er synd. Í næstu viku
kann øll ES-Kommissiónin falla, tí hetta eina úttalilsi - sambært
ES-parlamentinum - er í andsøgn við virðini, ið ES stendur fyri. Men hetta
er tað reina vatn, samanborið við, hvat sami minniluti nærum dagliga skal
hoyra frá pørtum av politisku leiðsluni í Føroyum.