Í mars 1977 skipaði Kvinnufylkingin fyri mótmælisfundi á Vaglinum í Havn.
Endamálið við fundinum var at lýsa støðu kvinnunnar í samfelagnum og annars at vísa á ymiskar skeivleikar, sum eftir hugsan Kvinnufylkingsins okkurt mátti gerast við.
Eitt av hesum málum var at bøta um korini hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, líkaløn, avtøku av samskattingini, fleiri barnagarðar og vøggustovur o. s. fr.
Á síggjast kvinnurnar, tá tær eru á veg oman á Vaglið, har fleiri røður vóru hildnar.
Lollipops á vitjan
Í juni í 1977 vitjaði kendi danski poppbólkurin, Lollipops í Føroyum. Bólkurin hevði tvær væleydnaðar konsertir í Ítróttarhøllini í Havn. Tað vóru teir tríggir, Henrik Lund og brøðurnir Torben og Jørgen Lundgreen, ið myndaðu Lollipops.
Teir byrjaðu fyrst í sekstiárunum, 10-11 ára gamli, at syngja og spæla saman, og gjørdust longu tá kendir í norðanlondum.
Lollipops hevur, umframt í teim skandinavisku londunum, eisini verið konsertferðir í Vesturtýsklandi, Belgia, Luxemburg, Hollandi, Fraklandi og Íslandi
Pauli Ellefsen fær fótin fastan
Á fólkatingsvalinum 1. mars í 1977 hendi eitt skifti í føroyskum politikki. Erlendur Patursson, sum varð valdur á fólkating í 1973 og 1975 fall fyri nýggja stjørnuskotinum hjá Sambandsflokkinum, Paula Ellefsen, sum eisini setti atkvøðumet við 3.581 persónligum atkvøðum.
Jóhan Nielsen úr Javnaðarflokkinum varð afturvaldur við 2479 atkvøðum. Sambandsflokkurin fekk 5173 atkvøður og gekk 1960 atkvøður fram.
Javnaðarflokkurin fekk 3680 atkvøður, hann misti 424, og Tjóðveldisflokkurin fekk 3062, hann misti 490 atkøvður.
Fólkaflokkurin fekk við hetta valið 2771 atkvøður, Sjálvstýrisflokkurin 551 og Framburðsflokkurin 207 atkvøður.
Kelda: Árið ið fór 1977