Tá blaðið Kvinna fyrr í ár skipaði fyri konsert, í Falconer Salen í Keypmannahavn við Eivør Pálsdóttir, Guðrun Sólju Jacobsen og Lenu Andersen, var útselt fleiri dagar áðrenn konsertina, og uttan eydnu varð roynt at flyta konsertina í størri høli. Men nú fáa tey, sum ikki sloppu inn høvið at hoyra hesar frálíku sangrøddir saman. Hesuferð verður konsertin í Føroyum.
28. januar 2006 fara Eivør, Guðrun og Lena á pallin í nýútgjørda salinum í Norðurlandahúsinum. Aftan fyri seg hava tær eitt frálíkt orkestur við donskum og føroysku tónleikarunum og kórsangarunum, ið vóru sett saman til konsertina í Falconer Salen.
Hvør sær hava Guðrun, Eivør og Lena almikið at bjóða, men saman gerst upplivingin uppaftur størri.
Tí var áhoyrarafjøldin hetta kvøldið í Keypmannahavn eisini framúr vælnøgd við konsertina, og í ummælunum vóru tað eisini tey stóru lýsingarorðini, sum vóru havd á lofti.
Síðan minnisríka kvøldið í Keypmannahavn hava okkara sangfuglar verið nógv frammi uttanlands, so upplivingin verður ikki minni í Norðurlandahúsinum.
Sølan er byrjað, og til ber longu nú at tryggja sær atgongumerki á www.kvinna.fo ella í Norðurlandahúsinum.