Kvinnulandsliðið fekk silvur

Partur av føroyska kvinnulandsliðinum í flogbólti hevur um páskirnar verið í Danmark á venjingalegu saman við teimum leikarunum, sum dagliga leika í bestu deildini í Danmark

Í hesum sambandi tók liðið eisini lut í stórari altjóða flogbóltskapping í Rødovre - Påskestævnet - har um 140 lið rá Danmark, Svøríki, Týskalandi og Hollandi luttóku. Landsliðið var við í sterkasta kvinnubólkinum.

Í innleiðandi umfarinum var føroyska liðið saman við danska Farum VK og týska liðnum Tus Berne.


Komu væl frá byrjan

Fyrsti dysturin var ímóti týska liðnum. Hetta vóru stórar og sterka kvinnur, men heldur seinar tá tær fluttu seg. Við góðum og tryggum leiki vann Føroyar 2-0, og var hetta ein góð byrjan upp á kappingina.

Næsti dysturin var ímóti Farum VK, og gjørdist hesin ein sannur gysari. Føroyar vunnu fyrsta, men taptu næsta settið og tí varð neyðugt við einum javnbrótara.

Hesin gjørdist eisini sera spennandi og liðini fylgdust alt settið, men tað eydnaðist Føroyum at vinna 16-14 og harvið dystin 2-1.

Føroyar høvdu nú leikt seg fram til at leika um eitt plássi í finalubólkinum, og var í hesum sambandi leiktur ein dystur ímóti Lyngby, sum okkara kvinnur vunnu 2-0.


Í finalubólkin

Finalubólkurin varð leiktur 2. páskadag. Liðið leikti tveir dystir og vann 2-0 á Gentofte, men tað var dysturin ímóti einum týskum liðið, sum gjørdi at Føroya ikki komu ovast á sigursskammilin.

Hesin dysturin gjørdist sera spennandi og javnur, har neyðugt var við einum javnbrótara, sum týska liðið vann 15-13 eftir at støðan hevði verið 13-13. Føroyar tapti sostatt dystin 2-1.

Samanlagt gjørdist føroyska kvinnulandsliði sostatt nr. 2 í kappingini,og verður hetta mett sum eitt gott úrslit.


Til Malta

Føroyska flogbóltslandsliðið er annars í fer við at fyrireika seg til EM-undankapping, sum verður á Malta seinast í mai. Føroyar eru her í bólki saman við Malta, Kypros og Íslandi. Liðið metir at kappingin í Danmark var við til at styrkja samanspælið eins og komið var fram á nakrar veikleikar, sum skulu venjast fram til kappingina á Malta.

Við á føroyska kvinnulandsliðnum vóru: Helen á Lakjuni, ÍF, Marjun Kalsø, Mjølnir, Tina Jacobsen, Mjølnir, Alvilda Ólavsdóttir, TV 55, Juanna S. Joensen, ASV, Gerda Nattestad, Dráttur, Gudrid Nolsøe, Fortuna Odense, Margit G. Joensen, Mjølnir, og Helga Nordendal, Dráttur. Venjari er Niclas Joensen.

Harumframt eru hesar við í bruttoliðnum: Tóra Mortensen, TB, Winnie Djurhuus, TB, Mariann Øster, Fleyr og Annika Joensen, TV 55, sum var stødd uttanlanda tá kappingin fór fram.