Kvinnulandsliðið fer undir EM fyrireikingar

Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir 19 spælarunum, sum hann til úttøkuvenjing hjá kvinnulandsliðnum, ið skal spæla við í EM-fótbóltskapping seinni í ár.

Tað verður í november mánaði, at føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti skal vera við í eini EM-undankapping, og í vikuni byrja fyrireikingarnar til kappingina.
Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir 19 spælarum, sum hann vil hava til úttøkuvenjing næstu tíðina. Fyrst venjingin verður í Havn 3. oktober.  Umframt teir 19 spælararnar, sum standa á listanum, eru onkrir útisetar upp á tal, og harafturat verður onkur av U19-landsliðnum eisini biðin um at koma til úttøkunvejing eftir EM-kappingina, sum U19 júst er liðugt at spæla. KÍ er væl umboðað í hópinum við eini lítlari helvt av spælarunum. Fimm spælarar úr B36 hava fingið boð, tríggir úr GÍ og tveir úr AB. Tær 19, sum hava fingið boð, eru:
Elin Katrina Haraldsen, Asta Magnussen AB, Unn Kragesteen, Eyðfríð Christiansen, Súsanna Hansen, Ása Dam á Neystabø, Maria Vang B36, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein, Ragna Patawary, Vivian Bjartalíð, Elsa Maria Simonsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Paula Mikkelsen KÍ, Mary-Ann Isaksen, Doris í Garði Joensen, Heidi Heinesen GÍ