Kvinnulandsliðið fingið nýggjan hjálparvenjara

Svenn Ó. Olsen skal hjálpa Lene B. Terp, høvuðsvenjara

 

Ein broyting er gjørd í venjaratoyminum kring A-landsliðið við kvinnum í vetrarsteðginum. Christian Høgni Jacobsen valdi um ársskiftið at steðga sum hjálparvenjari, og í hansara stað kemur nú Svenn Ó. Olsen. Hetta skrivar FSF í dag.

 

Svenn Olsen hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum høvuðs- og hjálparvenjari í føroyskum fótbólti. Hann hevur staðið á odda fyri liðum í bestu kvinnu- og mansdeildini, og seinastu árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi. Í mong ár hevur Svenn eisini verið virkin og áhugaður í bestu kvinnudeildini, og hann gleðir seg nú til at royna seg í nýggja leiklutinum.

 

– Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini. A-landsliðið hjá kvinnum er eisini í menning, og eg haldi sum heild projektið vera spennandi og vert at satsa uppá. So eg gleði meg ordiliga nógv til at koma í gongd, sigur Svenn Olsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Nýggi hjálparvenjarin verður við til sína fyrstu A-landsliðsvenjing nú mánakvøldið, tá kvinnurnar seta hol á fyrireikingarnar til venjingarleguna í Marbella í februar. Á venjingarleguni skulu kvinnurnar spæla vinardystir móti Gibraltar og Norðurírlandi, áðrenn HM undankappingin verður tikin upp aftur í apríl.