Kvinnulandsliðið hjá Wales fær nú somu løn sum manslandsliðið

Walisiska manslandsliðið er farið niður í løn so kvinnurnar kundu fara upp í løn

Waliska fótbóltssambandið og walisiska manslandsliðið í fótbólti hava sligið eitt stórt slag fyri javnstøðu millum kynini.

 

Walisiska fótbóltssambandið boðar frá, at framyvir fara leikararnir á mans- og kvinnulandsliðnum at fáa somu løn í samband við landsdystir og landsliðssamlingar.

 

Fyri at fáa tað fíggjarliga at ganga upp fara walisisku mennirnir 25 prosent niður í løn, og walisisku kvinnurnar fara 25 prosent upp í løn í samband við landsdystir og landsliðssamlingar. 

 

Walisiska fótbóltssambandið vónar avgerðin fer at inspirera gentur og dreingir í Wales, og framtíðar ættarlið í Wales.

 

Frammanundan hava fótbóltssambondini í Føroyum, USA, Onglandi,  Brasil, Noreg, Avstralia og Ný Sælandi innført líkaløn fyri bæði landsliðini.

 

Í Skotlandi ljóðar, at kvinnulandsliðið har fer at stevna skotska fótbóltssambandið, ið enn ikki hevur innført líkaløn fyri bæði landsliðini.