DMI: Tað seinasta um ólavsøkuveðrið

Danska veðurstovan DMI hevur gjørt nýggja forsøgn um ólavsøkusveðrið

Forsøgnin hjá donsku veðurstovuni DMI um ólavsøkuveðrið líkist teimum, sum hava verið seinastu dagarnar. DMI roknar við, at tað betra veðrið verður ólavsøkuaftan, meðan tað verður nakað av regni ólavsøkudag.

 

DMI sigur, at ólavsøkuaftan vera 5-10 m/s av suðri og útsynningi. Tað verður skýggjað og fyri tað mesta turt. Møguleiki verður fyri sólglottum av og á. Um náttina vera 10-15 m/s av suðri. Skýggjað og nakað av regni. Hitin verður millum 10 og 14 stig.

 

Ólavsøkudag vera 5-10 m/s av suðri og útsynningi, í løtum upp í 13 m/s. Skýggjað og regn av og á. Eisini møguleiki fyri, at tað klárnar onkrar løtur. Hitin verður millum 9 og 14 stig.