Kvinnulandsliðið skal møta Kosovo

Lutakast hevur verið í morgun til komandi HM-undankappingina. Føroyska kvinnulandsliðið skal møta Kosovo í fyrsta umfarið av HM-undankappingini

Lutakast hevur verið í morgun til komandi HM-undankappingina. Føroyska kvinnulandsliðið skal møta Kosovo í fyrsta umfarið av HM-undankappingini.

 

Liðini skulu spæla tveir play-off dystir, har vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari til annað umfar, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis ella Kekkia.

 

Heimadysturin móti Kosovo verður spældur mikudagin 2. november, og útidysturin leygardagin 5. ella sunnudagin 6. november.

 

Lutakastið til fyrsta umfar:

 

Aserbajan – Portugal

 

Føroyar – Kosovo

 

Slovakia – Lettland

 

Ísland – Ísrael

 

Grikkaland – Bosnia Hersegovina

 

Ukraina – Luksemborg

 

Bulgaria – Italia

 

Eysturríki – Finnland

 

Stóra Bretland – Turkaland