Kvinnulandsløg í Lítluvík

Millum teir 26 málningarnar, ið Hallveig Hansen sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík, eru fleiri croquie-myndir.

Fuglafjørður eigur nógv listafólk. Og í familjuni hjá 30 ára gomlu Hallveig Hansen, sum leygardagin letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, eru fleiri við fjølbroyttum listagávum.

Við á framsýningini eru 26 málningar, acrylmálningar av føroyskari náttúru, havnarmyndir, bygdamyndir og croquie-myndir.

Croquie-myndir eru kvinnumyndir.

? Á framsýningunum, sum eg fyrr havi havt í Føroyum, havi eg havt croquie-myndir við. Men myndir av naknum konufólki eru ikki so vanligar at síggja í Føroyum, so eg veit ikki, hvussu føroyingar fara at taka ímóti teimum. Í grundini hava málarar altíð málað nakin konufólk. Leitar tú í eini listabók eftir eldri listaverkum, er hópin av verkum við naknum konufólki og kvinnukroppum. Men sum list eru croquie-myndir sjáldsamari í dag, eisini aðra staðni, sigur Hallveig Hansen, sum hevur 8-9 slíkar við á framsýningini hesaferð.


Longsul

Meginparturin av verkunum eru landslagsmyndir og øll verkini á framsýningini eru málað niðri.

? Eg havi ikki verið heima í Føroyum í tvey ár. Mær fór at leingjast so illa og tí fór eg undir at mála landsløg í Føroyum. Føroyingar halda øgiliga fast í landslagsmyndir, aðra staðni eru listafólk farin yvir til at gera listakonsept, tey fáa eitt hugskot av einum og hvørjum slag, sum tey so skapa burtur úr. Tað kann gerast til alt møguligt, til dømis video og annað, sigur Hallveig Hansen.

? Eg útvikli meg alla tíðina, tí ber ikki til at siga, at fólk frammanundan vita, hvussu framsýningin verður, sigur Hallveig Hansen.

Hallveig, sum seinnu árini hevur búð Í Århus, hevur áður havt framsýningar í Lítluvík. Saman við 8 øðrum kvinnum hevur hon atelier í Århus. Hon er útbúgvin pedagogur og arbeiðir á einum frítíðarheimi fyri 6 til 14 ára gomul. Frá 1987 til 1988 gekk hon á listaskúla í Randers og nú hevur hon ætlanir um at útbúgva seg sum verkstaðslærara.

? Tað hevur altíð verið mín dreymur at arbeitt við vaksnum fólki. Men fyri at undirvísa fyri vaksnum má eg taka eina eykaútbúgving, sum eitur voksen pedagogikum, sigur Hallveig Hansen.

Listaframsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp leygardagin 9. mai og er opin til mikudagin 13. mai, hvønn dag frá kl. 14.00 til 20.00. Listaverkini á hennara seinastu sýning í Føroyum vórðu seld eftir fýra tímum, so tað ræður um at skunda sær.