Kvinnuligir skiparar

Tað er einki óvanligt í, at kvinnur dansa føroyskan dans. Heldur ikki er tað óvanligt, at tær eisini skipa, men at ein kvinna skipar brúðarvísuna man hoyra til raritetirnar

So vítt undirritaði hevur fingið uppspurt, er tað neyvan hent áður, at ein kvinna hevur skipað donsku brúðarvísuna. Tað er tó komið fyri, at ein kvinnuligur skipari hevur verið til føroysku brúðarvísuna, men tað hendir kortini heldur ikki á hvørjum degi.

Væl eiga vit kvinnuligar kvæðakempur, og tiltikin man Elin Lamhauge úr Runavík vera. Hon er ein einari innan kvinnuligar kvøðarar, og ræðist ikki fyri at skipa Brynhildartátt, eitt kvæði upp á 232 ørindir, sum er trý ørindi fleiri enn Fuglakvæðið.

Í brúdleypi leygarkvøldið í Pálsstovu skipaði Súsanna Hansen úr Nólsoy donsku brúðarvísuna, og tað var fyrstu ferð at so frægur kvøðari sum Martin Tórgarð hevði upplivað, at ein kvinna skipaði donsku brúðarvísuna. Í sama brúðardansi skipaði enn ein kvinna, Tanja Poulsen, Harra Pætur og Elinborg, so tað vóru kvinnur burturav, sum skipaðu brúðardansin hetta kvøldið.

At Pálsstova so ikki er bygd við føroyskum dansi fyri eyga, er so ein onnur søga, men hóast út av lagi vánaligu akustisku umstøðurnar, gekk dansurin væl.

Tað er eyðvitað óneyðugt at leggja aftrat, at hetta sjálvandi var fyrstu ferð, at Súsanna Hansen skipaði brúðarvísuna, tó at hon á ongan hátt er óvon við at skipa.