JAVNSTØÐA
Kristianna Rein, fyrrverandi býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Havn, og virkin innan javnstøðuøkið í mong ár, heldur tað vera eitt frálíkt hugskot at gera ein innanhýsis kvinnulista. Hon greiðir frá, at tað fyrr hevur verið upp á tal at stilla tveir listar upp. Eisini sigur hon, at hon hevur altíð verið heit fyri einum uttanflokka kvinnulista, men at tað eisini hevur verið tosað um at stilla kvinnulistar upp paralelt við vanliga listan.
- Hetta er ikki nakað reyðsokkahalløj, men ein reellur møguleiki hjá kvinnum at koma fram, sigur Kristianna Rein, sum eisini heldur, at við einum reinum kvinnulista høvdu kvinnurnar í valfeløgunum eisini havt betri møguleika at sloppið framat í valstríðnum. - Tað hevði verið løgið, um listin ikki varð boðin við til ymsu tiltøkini í valstríðnum. Og tað er ein sannroynd, at tá stóru fundirnir eru, eitt nú síðsti stóri fundurin í Norðurlandahúsinum, er kríggj í flokkunum um at sleppa við. Og sjálvandi eru tað oftast mannligu atkvøðuslúkarnir, sum troka seg framat tá, sigur hon.
Ikki troka hvørja aðra
Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá um lógargrein í vallógini, sum heimilar politiskum flokkum at stilla upp fleiri listar til løgtingsval. Í hesum sambandi greiddi Ingrid Henriksen úr Suðurstreymoyar Javnaðarfelag frá, hvussu tað kann koma kvinnuligum valevnum til góðar, um flokkurin ger av at stilla tveir listar upp í Suðurstreymi. Tá eiga báðir listarnir sínar atkvøður, og valevnið við flestum atkvøðum á hvørjum lista fær sess, á sama hátt, sum tá roknað verður við ymsum flokkum.
Samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre segði, at tað geniala er, at kvinnurnar á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja tað fyri hvørji aðra, fyri á tann hátt bert at slóða fyri monnunum. Samstundis gevur tað tí veljaranum, ið vil atkvøða kvinnu inn, trygd fyri, at atkvøðan kemur einari kvinnu til góðar.
Sterkur listi
Kristianna Rein heldur eisini, at tað tá er týdningarmikið at fáa ein góðan og sterkan kvinnulista, við kvinnum, sum vilja vera virknar í valstríðnum.
- Um kvinnur ætla sær framat, skulu tær gera sær greitt, at tað er neyðugt at brúka albogarnar, og vísa, at tær veruliga ynskja at verða valdar, eins og menninir, sigur Kristianna Rein. Hon sigur, at kvinnur, sum velja at bjóða seg fram skulu hava eitt veruligt ynski um at verða valdar, og gera sær púra greitt, hví tær vilja gera seg galdandi.
Kristinanna Rein sigur seg ivast í, um føroyskar kvinnur veruliga ynskja at vera við í politikki.
- Nógvar kvinnur bjóða seg fram innan leiðslu á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Men tað letur til at vera torført at fáa tær at bjóða seg fram í politikki, sigur hon.
Lága støði
Spurd, hví hetta man vera so, sigur hon seg ivast.
- Men kanska er tað politiska klimaið, og støðið, sum sýnist ógvuliga lágt til tíðir. Tí eg dugi við mínum besta vilja ikki at síggja, hví ein politisk karriera ikki skal kunna sameinast við familjulívið, sigur Kristianna Rein. Og hon vísir á, at tað snýr seg um at skipa tað soleiðis, at tá nógv fundarvirksemi er, so taka onnur yvir, um smá børn eru í familjuni.
- Tí tað tekur nógva tíð, ongin ivi er um tað. Men hyggja vit til dømis at Annitu á Fríðriksmørk, sum fær mammu sína at hjálpa sær, tá maðurin er til sjós. Og hjá mær sjálvari var tað púra natúrligt, at maður mín Marius tók sítt tørn í heiminum, eins og eg sjálv, sigur Kristianna Rein.
Hon endar við at senda eina áheitan til yngri kvinnur, um at taka stríðið fyri javnstøðu í politikki upp.
- Mín tíð er farin. Eg havi gjørt mítt gjøgnum mong ár, og kundi hugsað mær, at yngri kreftir tóku yvir. Tey hugsa sjálvandi øðrvísi og hava ein annan inngang til alt øki, og hava óivað onnur hugskot og aðrar arbeiðshættir eisini, sigur Kristianna Rein.
Hon heldur tað vera eins týdningarmikið nú sum fyrr, at fáa kvinnur valdar.
- Men eg havi varhugan av, at fólk eru vorðin meiri tilvitað um, hví tað er so týdningarmikið við kvinnum, sæð úr einum fólkaræðisligum sjónarhorni.