framsýning
23 ára gamla Sigga í Hoyvík hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 23. til og við 29. september. Fyrsta dagin er framsýningin opin frá kl. 16 til 20, og hinar dagarnar er opið frá kl. 14. Sigga málar við olju, og hevur sum tema til hesa framsýningina valt naknar kvinnur í alskyns aldri og formum.