Kvinnur gjalda fyri tað, sum menn fáa ókeypis

HARÐSKAPUR Tað er ikki rætt, at ein maður, ið er harðligur, skal fáa ókeypis hjálp, men kvinnan, sum harðskapurin rakar, skal sjálv rinda fyri hjálpina, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum

Kvinnuhúsið varð stovnað í 1990 og heldur til í húsinum hjá KFUM á Hoydalsvegnum mitt í Havnini.
Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum benda ikki á, at tað er blivið minni brúk fyri húsinum seinastu árini.
Seinastu 10 árini vísa hagtølini, at talið á kvinnum, sum gista í Kvinnuhúsinum, er rættiliga støðugt, men talið á børnum er heldur minkandi.
Hinvegin eru talið á teimum, sum seta seg í samband við Kvinnuhúsið at leita sær hjálp og ráðgeving, nógv vaksið.
Nú eru tvey ársverk í Kvinnuhúsinum, sum tríggjar kvinnur býta ímillum sín. Tær arbeiða um dagin, men afturat sær hava tær so 35 sjálvbodnar kvinnur, sum

1,2 millión
Virksemið í Kvinnuhúsinum í Havn kostar 1,2 millión um árið.
Hvørt ár fær Kvinnuhúsið 950.000 krónur um árið á fíggjarlógini hjá Løgtinginum.
Tað er ein játtan, sum hevur staðið í stað seinastu 10 árini, so í veruleikanum er hon lækkað rættiliga fitt, tí samstundis eru allir prísir og allar útreiðslur hækkaðar.
Tað er ikki nóg mikið at reka Kvinnhúsið fyri, tí tilsamans kostar raksturin 1,2 millión.
Tað, sum manglar í, mugu tey í Kvinnuhúsinum so útvega sjálvi.
Men í sambandi við heildarætlanina ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum, fær Kvinnuhúsið 90.000 krónur afturat um árið í fimm ár.
Fyrstu ferð, peningur varð játtaður, var í fjør og upphæddin verður sostatt játtað hvørjum árið til og við 2016.
Hendan upphæddin er markað til heilt ávís endamál.
55.000 krónur skulu brúkast til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp til kvinnur, sum venda sær Kvinnuhúsið tí tær hava verið fyri harðskapi.
Í hesum sambandi fáa tær tilboð um einar tríggjar tímar við sálarfrøðingi ókeypis.
Annars skulu 25.000 krónur brúkast til tulkingartænastur til útlendskar kvinnur, sum koma í Kvinnuhúsið.
Tann játtanin kemur eisini væl við, tí tað eru eisini á hvørjum árið, at einstakar útlendskar kvinnur eru ímillum tær, sum venda sær til Kvinnuhúsið.
Tær síðstu 10.000 krónurnar, sum Kvinnuhúsið fær í sambandi við Heildarætlanina, skulu brúkast til mat og annað til kvinnur, sum koma í kvinnuhúsið á berum og ongar pengar hava við sær.



Føroyar til próvtøku í ST
um rættindi hjá kvinnum

KVINNURÆTTINDI nú skal ST aftur hava eina frágreiðing frá Føroyum um, hvussu vit virða rættindi hjá kvinnum

Áki Bertholdsen

Nú í vár skulu føroyingar enn einaferð lata ST eina frágreiðingar um, hvussu kvinnurættindini verða vird í Føroyum.
Hetta er tað, tey nevna CEDAW frágreiðingin.
Í hesum døgum sita sostatt umboð fyri landsstýrið og orða eina frágreiðing um støðuna.
Í hesum sambandi kallaði Amnesty International í Føroyum, landsstýrið og ymsar felagsskapir við áhuga í kvinnurættindum, á fund herfyri at tosa um føroyska íkastið til ST í hesum sambandi.
Landsstýrið skrivar eina almenna frágreiðing og tað verður ein tvørfakligur bólkur við umboðum úr fleiri ráðum í landsstýrinum, sum skrivar hana, í fyrstu syftu verður talan um umboð fyri løgmansskrivstovuna, Almannamálaráðið og Vinnumálaráðið.
Tað verður Durita L. Jóansdóttir frá Uttanríkistænastuni, sum samskipar arbeiðið.

Fáa viðmerkingar
Tað er væl hugsandi, at allir felagsskapir, sum hava áhuga í kvinnurættindum, ikki eru eru samd við almennu frágreiðingini.
- Vit kunnu ikki skriva eina almenna frágreiðing, sum stríðir ímóti førda politikkinum hjá landsstýrinum, sigur Durita L. Jóansdóttir.
Men áhugabólkar fáa høvi at koma til orðanna.
Tá ið almenna frágreiðingin er liðug, verður hon sostatt send til hoyringar hjá ymsum felagsskapum.
Tískil fáa áhugafelagsskapir høvi at gera sínar viðmerkingar til frágreiðingina, og so metir landsstýrið um tað ber til at taka viðmerkingarnar við.
Men áhugabólkar hava harafturat eisini høvi til at lata sína egnu frágreiðing inn, eina skuggafrágreiðing, sum tey nevna tað.

15 síður
Almenna frágreiðingin skal ikki vera meiri enn einar 15 síður, tí nógv lond eru limir í ST og er ongin avmarking, er vandi fyri, at tey drukna í pappírum.
Almenna frágreiðingin, og skuggafrágreiðingin, skulu latast inn í vár og seinni í heyst skulu so umboð fyri landsstýrið standa skúlarætt fyri ST, har tey skulu greiða frá og fáa spurningar.
Men tað verður gjørt skjótt av, tí próvtøkan varar ikki longri enn ein ella tveir minuttir.
Hetta er triðju ferð, at føroyingar lata inn frágreiðing til ST. Fyrstu ferð var í 2004 og aðru ferð í 2008 og nú í mai skal tann triðja latast inn.
Samstundis vóru í hoyringum um kvinnurættindi í 2006 og í 2009.
Í hesum sambandi fyri føroyingar átalu frá ST, tí tilfarið í frágreiðingini um støðuna í Føroyum var ov lítið í vavi, og at onki íkast var úr Føroyum frá kvinnufeløgum og øðrum óheftum áhugabólkum.

Tað skal vera ólógligt at forfylgja fólki í Føroyum

FORFYLGINH Vit eiga at fáa eina lóg í Føroyum sum ger tað ólógligt at forfylgja fólki, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum

Áki Bertholdsen

Í Føroyum eiga vit at fáa eina lóg, sum ger tað ólógligt at forfylgja fólki.
Hetta er tað, sum í Danmark og aðrastaðni vanliga verður nevnd ”stalking”.
Elin Reinert Planck, leiðarin í Kvinnuhúsinum í Havn vísir, at í Danmark er ein anti stalking lóg sett í gildi, sum ger tað beinleiðis ólógligt at forfylgja fólki.
Hendan lógin átti avgjørt eisini at verðið sett í gildi í Føroyum, heldur hon.
At forfylgja fólk er banna á ymsan hátt, er bannað í ymsum lógargreinum í revsilógini, men hetta er ein so sermerktur og stórur trupulleiki, at aðrastaðni eru serligar lógir gjørdar við tí fyri eyga, beinleiðis at gera stalking ólógligt.
At verða forfylgdur í hesum týdninginum, er at onkur ringir áhaldandi til tann, sum verður forfylgdur. Men forfylgingin kann eisini vera umvegis sms-boð, Facebook, forfylgjarin kann standa uttanfyri og bíða eftir offrinum og gongur aftan á, forfylgjarin stendur og gløðir inn ígjøgnum vindeyguni ella bíleggur vørur í navninum á offrinum.

Púra vanlig fólk
Í Føroyum eru ongar kanningar og sambært anti-stalking í Danmark, eru heldur ongar beinleiðis kanningar í Danmark.
Men kanningar aðrastaðni vísa, at gott 10% av kvinnunum og eini 5% av monnunum hava verið forfylgdir onkuntíð í lívinum.
Summi halda, at tað eru bara tey kendu, sum verða forfylgd, men soleiðis er ikki, tí nógv tey flestu eru púra vanlig fólk.
Eygleiðarar halda, at trupulleikin við mannfólkum, sum verða forfylgd, er helst størri enn so, men ein orsøk til, at so fáir menn siga seg vera forfylgdar, kann vera, at mannfólk eru trekari at viðganga tað, ella at teir hava lyndi til at gera seg harðan og tískil ikki vilja viðganga tað, sum ein trupulleika.
Leiðarin í Kvinnuhúsinum sigur, at hon veit dømi um fólk í Føroyum, sum hava verið forfylgd og tað eru eisini dómir sagdir í rættinum um tað sama.
- Slík forfylging kann halda fram í langa tí og kann vera ómetaliga órógvandi, og enntá ræðandi fyri offrið og tí eigur tað beinleiðis at verða ásett í føroyskari lóg, at tað er revsivert, akkurát sum tað er í danskari lóg, sigur Elin Reinert Planck.


Kvinnur gjalda fyri tað, sum menn fáa ókeypis

HARÐSKAPUR Tað er ikki rætt, at ein maður, ið er harðligur, skal fáa ókeypis hjálp, men kvinnan, sum harðskapurin rakar, skal sjálv rinda fyri hjálpina, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum

Áki Bertholdsen

Kvinnur, sum eru fyri harðskapi, eiga at fáa rætt til ókeypis sálarfrøðiliga hjálp.
Tað heldur Elin Reinert Planck, leiðari fyri Kvinnuhúsið í Havn.
Hon staðfestir, at eftir heildarætlanini ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum, hevur ein maður, ið er harðligur, rætt til viðgerð.
- Eg kann ikki hugsa mær, at hann skal rinda fyri tað sjálvi. Hví skal so kvinnan, sum eru rakt av harðskapi, ikki eisini hava rætt til ókeypis viðgerð ímóti teimum sálarligu árinum, harðskapurin hevur – eisini til gagns fyri hennara børn, spyr Elin Reinert Planck.

55.000 krónur
Í sambandi við heildarætlanina ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum, fær Kvinnuhúsið annars 55.000 krónur um árið í fimm ár til sálarfrøðing.
- Tískil kunnu vit bjóða kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi tríggjar til fimm viðgerðir hjá sálarfrøðingi.
- Hetta er, hóast alt, eitt veldugt framstig, tí harðskapur kann føra til víðfevndar sálarligar trupulleikar.
Hetta tilboðið um sálarliga hjálp er bara galdandi fyri tær kvinnur, ið hava samband við Kvinnuhúsið.
Mangan eru tríggir ella fimm tímar hjá sálarfrøðingi verri enn so nóg mikið hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi.
- Onkur hevur sagt, at tað tekur líka langa tíð at koma fyri seg aftur, sum ein hevur verið fyri harðskapinum.
Tískil mugu tær kvinnur, sum vilja hava meiri sálarfrøðiligari hjálp, tí tær hava verið fyri harðskapi, kunnu so venda sær til kommunulæknan at fáa ávísing til sálarfrøðing.
- Men Heilsutrygd endurrindar bara ein brotpart av tí tað kostar og sostatt mugu kvinnurnar rinda ein stóran part sjálvar, sigur Elin Reinert Planck.
Og hon heldur, at tá ið harðligur menn kunnu fáa ókeypis viðgerð, eiga kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi, eisini at fáa sama tilboð.
Hinvegin leggur Elin Reinert Planck dent á, at tey í Kvinnuhúsinum eru tey heilt serstakliga fegin um, at vit hava fingið eina heildarætlan ímóti harðskapi í parlagi og nærsambondum.
Samstundis fegnast hon um at ein samskipari er settur at fremja ætlanina í verki og at tey eru farin undir miðvísa átakið, ”Sig Frá” sum varpar ljós á harðskap í parløgum og familjum, ikki minst ímóti børnum.

Steðga kelduni til harðskap
Tað er Elin Winther Poulsen, sum samskipar heildarætlanina ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum.
Og hon er greið yvir, at nettupp hesin spurningurin er eitt kjakevni.
Men hon sigur, at tað er ein politisk raðfesting, at játta peningin soleiðis.
Hinvegin sigur hon, at endamálið við at geva fólki, sum vísa harðligan atburð, eitt viðgerðartilboð, er at steðga kelduni til harðskapin og at taka trupulleikan upp við rót.
Hugsanin er, at harðskapur kann ikki stegðast bara við at hjálpa teimum, sum eru fyri harðskapi. Tað er eisini neyðugt at fáa tey, sum hava harðligan atburð, at gevast við tí, sigur samskiparin.
LES EISINI GREININA: Fleiri biðja um hjálp
LES EISINI GREININA: Yvir 600 kvinnur bóðu Kvinnuhúsið um hjálp
LES EISINI GREININA: Tað skal vera ólógligt at forfylgja fólki í Føroyum
LES EISINI GREININA Føroya til próvtøku í ST um rættindi hjá kvinnum