Kvinnur niður við nakkanum

Donsku fjølmiðlarnir hava gjørt sera nógv burtur úr serliga tveimum kvinnuligum politikarum seinastu tíðina - fyrst Lene Espersen, uttanríkisráðharra, og nú eisini Helle Thorning-Schmidt, sum er forkvinna í danska Javnaðarflokkinum - og sum sambært nógvum veljarakanningum seinastu tíðina verður næsti forsætisráðharri í Danmark.

Serliga verður lagt eftir Lene Espersen, tí hon ikki møtir til ymsar fundir kring heimin, serliga var tað ein fundur, har eisini Hillary Clinton skuldi vera við, sum fekk øði í grindina. Men aftur nú í vikuni hevur hon »lopið ein fund um«. Hesaferð var tað ein fundur millum uttanríkisráðharrar í ES-londunum. Sjálvt um Lene Espersen vísir á, at teir tríggir undanmenninir hjá henni í starvinum heldur ikki hava møtt til hendan fundin seinastu tíggju árini, so verður hon hart kritiserað.
Men eisini Helle Thorning-Schimdt fær nú koyrilin at merkja. Hetta tí, at maður hennara, sum er bretskur ríkisborgari, hevur goldið skatt í Sveis, har hann starvast. Fjølmiðlarnir grava í málinum, og ymsir mótstríðandi upplýsingar eru komnir fram um tað, sum Helle Thorning-Schmidt skal hava sagt um málið.
Jú, sjálvandi skal skil vera í. Og sjálvandi skal ein uttanríkisráðharri møta til sínar uppgávur - í øllum førum tær, sum hava størst týdning. Og ein komandi forsætisráðharri skal ikki siga ósatt. Tað er alt í lagi við tí. Í politikki verða nógv skitin vápn brúkt. Í øllum førum eru ákoyringinarnar móti hesum kvinnum óvanliga harðar. Danmark hevur ongantíð havt ein kvinnuligan forsætisráðharra, kvinnur stýra nú flestu politisku flokkunum í Danmark. Kanska er trupulleikin, at danir eru bangnir fyri, at kvinnurnar fáa valdið?