Kvinnur og minnilutar gjørdu munin

Kanningar av amerikanska forsetavalinum týsdagin vísa, at tað vóru serliga kvinnur og fólk úr ymsum minnilutum, at atkvøddu fyri Barrack Obama. Men kanningarnar vísa eisini, at hann fekk lutfalsliga nógvar atkvøður frá hvítum monnum

John McCain fekk sambært somu kanningum 55 prosent av atkvøðunum frá teimum hvítu, sum vóru vá vali. McCain fekk lutfalsliga fleiri atkvøður frá hvítum veljarum í statunum har suðuri í USA og helvtina fleiri enn Obama. Lutfallið teirra millum var á leið tað sama sum millum George W. Bush og Al Gore í 2000 og millum Bush og og John Kerry fyri fýra árum síðani, skrivar AP.

Barrack Obama, sum við sínum 47 árum verður ein av teimum yngstu forsetunum, sum USA hevur havt, fekk 34 prosent av atkvøðunum frá veljarunum, sum eru yngri enn 30. Tað er óvanliga nógv, og til sammetingar kann verða nevnt, at Bill Clinton fekk 19 prosent av atkvøðunum frá hesum sama aldursbólki í 1996. Harafturímóti fekk Bill Clinton 70 prosent av atkvøðunum frá teimum, sum vóru ám nvali fyri fyrstu ferð.