Kvinnur í Útnorði

Útnorðurráðið skipaði um vikuskiftið fyri kvinnustevnu, nevnd Kvinnupolitiskur verkstaður, í Norðurlandahúsinum. Tiltakið endaði við pallborðsfundi sunnukvøldið

Edvard Joensen


Kvinnur eru ov ósjónligar í fjølmiðlunum. Kvinnur síggjast ov lítið aftur í granskingaúrslitum. Ov fáar kvinnur eru virknar í politikki.

Hesi vóru nøkur av sjónarmiðunum, sum komu fram á pallborðsfundinum, sum hildin varð í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið í samband við, at kvinnustevnan hjá Útnorðurráðnum endaði.

Ikki kann sigast kortini, at áhugin fyri fundinum var tann stóri. Luttakararnir á stevnuni vóru umleið 60 í tali, og fundarluttakararnir sunnukvøldið vóru ikki stórt fleiri.

Seks høvuðsevni vórðu viðgjørd á stevnuni.

Harðskapur móti kvinnum, Kvinnur í politikki, Kvinnur og arbeiðsmarknaður, Javnstøða, Familjupolitikkur og Kvinnur og upplýsing, nevnt Kvinfo.

Hvørt evni varð viðgjørt í arbeiðsbólki, sum mannaðir vóru av fakfólki. Síðan vórðu úrslit og niðurstøður løgd fram á almenna fundinum sunnukvøldið.

Bólkarnir høvdu hvør í sínum lagi gjørt væl burturúr. Men ikki skal dyljast, at ikki alt, sum lagt varð fram, varð hildið at vera líka realistiskt.

Til dømis bar familjupolitikkurin, sum framlagdur varð á fundinum, dám av ynskjum og dreymum heldur enn jarðbundnum politikki.

Og politikkararnir, sum sótu við pallborðið, søgdu eisini beinanvegin frá, at verri enn so alt, sum nevnt var, kundi realiserast. Av teirri einfaldu orsøk, at eingir pengar eru.

Hinvegin vóru onnur evni borin fram, sum saktans kunnu gerast bíliga.

Til dømis hevði politiski bólkurin uppskot um at áseta við lóg,m at líka nógvar kvinnur sum menn skulu stillast upp til val.

Og tær høvdu gjørt sær tann ómak at skriva lógaruppskotini, soleiðis at tey eru klár at leggja fram í teimum ymsu parlamentunum.

Eitt annað áhugavert mál, sum ivaleyst verður meira at hoyra til seinni, kom frá javnstøðubólkinum.

Í teirra framløgu var gjørt væl burtur úr undirvísingartilfarinum, nýtt verður í fólkaskúlanum.

Tað var ikki mett at vera nøktandi.Og gevur tí ikki optimala undirvísing.