Mimi Steintórsdóttir vann FM í Sudoku, ið Dimmalætting skipaði fyri leygardagin. Hon vann rættiliga greitt, men tað mest forvitnisliga úrslitið var ivaleyst tað, at tey fyrstu seksplássini í kappingini fóru til konufólk. Fyrsti maður í kappingini var Reimund Langaard, ið gjørdist nummar sjey.
Mimi Steintórsdóttir er nýklaktur løgfrøðingur, búsitandi á Velbastað. Hon er ættað úr Fuglafirði og starvast til dagligt hjá Toll og Skatt. Mimi vann kappingina, tí hon megnaði at loysa 3 sera torførar Sudokugátur innanfyri ein tíma. Hetta megnaði eingin annar, fyri hetta fekk hon 3308 stig. Á øðrum plássi var Jana Mikkelsen, ið somuleiðis er eysturoyingur búsitandi í Tórshavnar kommunu. Jana fekk 3000 stig. Á triðja plássi var Miriam Jensen úr Hovi.
20 luttakarar vóru við í finaluni 13 kvinnur og 7 mans. Men áðrenn mannfólk fara at umbera slaka mannfólkaúrslitið við manglandi mannfólkaluttøku, so kunnu vit kunngerða, at í innleiðandi umførunum var nærum javnvág ímillum menn og kvinnir, einans tvær kvinnur vóru fleiri, enn tað vóru menn, sigur Helgi Arnþórsson, ið hevur samskipað kappingina fyri Dimmu
Mimi fekk 10.000 kr. fyri sigurin, Jana fekk 5.000 og Miriam 3.000. Tað var Føroya Banki, ið stuðlaði tiltakinum við vinningum.