Kvinnurnar fóru tvey pláss fram

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA fyri kvinnulandslið er føroyska landsliðið farið tvey pláss fram. Tær liggja nú nummar 72 á listanum. 115 lond eru á kvinnustyrkislistanum.

 

Svøríki eru nummar 6, Noreg nummar 11, Danmark nummar 15, Ísland nummar 18 og Finland nummar 28. 

 

Týsku kvinnurnar eru mettar at vera heimsins bestu. Tær eru eisini Evropameistarar. Síðani koma USA, Frankaríki, Ongland og Kanada. Hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at USA ikki liggur ovast. 

 

Næsta avbjóðingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum er longu um tvær vikur, tá innleiðandi HM-undankappingin byrjar í Føroyum. 6. til 11. apríl skulu Føroyar spæla móti Luksemburg, Montenegro og Turkalandi á Tórsvølli og ovara vølli.

 

Turkaland er væntandi sterkasta liðið. Turkisku kvinnurnar eru nummar 54 á styrkislistanum. Hini londini eru bæði aftan fyri Føroyar á styrkislistanum, Montenegro er nummar 83 og Luksemburg nummar 90.

 

Skráin er hendan:

 

Hósdagin 6. apríl

Klokkan 15:00 Turkaland - Montenegro á Tórsvølli

Klokkan 19:30 FØROYAR - Luksemborg á Tórsvølli

 

Leygardagin 8. apríl

Klokkan 15:00 Montenegro - FØROYAR á Tórsvølli

Klokkan 19:30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli

 

Týsdagin 11. apríl

Klokkan 13:00 FØROYAR - Turkaland á Tórsvølli

 

Klokkan 13:00 Luksemborg - Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali