Tað er í flestu bygdum, at fleiri fólk nú aftur eru í vinnu.
Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti.
Men tølini yvir arbeiðsleys hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn arbeiðsleysar.
Tað er ikki nýtt, at arbeiðsleysu kvinnurnar eru í meirluta. 1. november í fjør stóðu 980 kvinnur skrásettar sum tøkur og 657 menn.
Nú 1. november var talið av arbeiðstøkum monnum minkað heilt niður í 383, men framvegis eru 812 kvinnur tøkar á arbeiðsmarknaðinum.
Viot kunnu her nevna nakrar bygdir, hvussu arbeiðsloysið er býtt millum kynini.
Vestmanna: 18 kvinnur og 4 menn.
Runavík: 34 kvinur og 13 menn.
Klaksvík: 68 kvinnur og 32 menn.
Gøta: 20 kvinnur og 0 menn.
Kollafjørður: 18 kvinnur og 5 menn.
Sørvágur: 21 kvinnur og 5 menn.
Miðvágur: 25 kvinnur og 6 menn.
Eiði: 22 kvinnur og 4 menn.
Fuglafjørður: 74 kvinnur og 17 menn.
Hetta kundi bent á minni arbeiði á fiskavirkjum, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Ein orsøk, also.
Færri og færri fáa útgjald frá ALS, men hagtølini avdúka, at tað nú finst ein stórur bólkur av arbeiðsleysum, sum ikki fær frá ALS. Tey livað bara av forsorgarhjálp frá Almannastovuni. Hesi fólk eru nú 55 í tali, t.v.s. helvtin av teimum í ALS