Tað eru væl fleiri kvinnur enn menn, sum velja at flyta úr Grønlandi til Danmarkar, og munurin er so mikið stórur, at tað sæst aftur í Grønlandi, har tað eru væl fleiri menn enn kvinnur. Hetta sæst í einari frágreiðing, sum Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum legði fram týsdagin.
Í frágreiðingini sæst, at 58 prosent av grønlendingunum í Danmark eru kvinnur. Hinvegin eru bara 42 prosent menn, og ein frágreiðing er, at 20 prosent av teimum grønlendsku kvinnunum í Danmark eru giftar donskum monnum. Hjá monnunum eru tað bara 10 prosent, sum hava danska konu.
Høvuðsorsøkin til, at fólk flyta úr Grønlandi til Danmarkar, er, at tey flyta sum børn saman við foreldrunum, men útbúgving, eftirskúli og háskúli fáa eisini mong at flyta, stendur í frágreiðingini hjá Norðuratlantsbólkinum.