Kvinnurnar hava kjansin

Fótbóltur - Eydnast fótbóltskvinnunum at vinna síðsta dystin ímóti Georgia, samstundis sum Malta ikki tapir, eru Føroyar víðari í EM-undankappingini

Føroysku fótbóltskvinnurnar hava í morgin kjansin at spæla seg víðari í EM-undankappingini, um tað gongst eftir vild. Fyrst og fremst ræður um hjá teimum at vinna sín dyst, sum verður spældur ímóti Georgia, ið frammanundan hevur tapt fyri Malta og spælt javnt ímóti Armenia. Men eisini ræður um, at Armenia ikki fær trý stig, skal tað eydnast at koma víðari.
Við øðrum orðum má Malta ikki tapa, men kann bæði vinna ella fáa javnleik, samstundis sum Føroyar sjálvandi skulu vinna. Undan dyst­inum er Armenia fremst við fýra stigum, Føroyar og Malta hava trý stig í part og Georgia er aftast við einum stigi.
– Eg havi spurt meg fyri, og sum eg skilji á lagnum, hava vit fyrimun av innanhýsis dystunum, um støðan skal gerast upp eftir føroyskan sigur og bara ikki tap til Malta. So skuldu vit verið víðari undir øllum umstøðum, sigur lands­liðsvenjarin, Álvur Hansen, ið fríggja­dagin sá kvinnurnar spæla ein annan dyst, enn hann hevði sæð tær spælt ímóti Armenia tveir dagar frammanundan.
– Ímóti Armenia var okkara spæl vánaligt, og hóast vit høvdu nógvar royndir á málið hjá teimum og ikki skuldu tapt, var spælið bara ikki nóg gott. Í so máta var nógv betur skil á í dystinum ímóti Malta, og tí eydnaðist okkum eisini at vinna ein uppibornan 2-0 sigur.

Máttu bíða eftir 2-0
Tað var nokk so fitt av vindi fríggja­dagin, tá dysturin ímóti Malta var á skránni, og tað ávirk­aði eisini spælið eitt sindur. Før­oyar høvdu undanvind í fyrra hálv­leiki, og tá vóru tað mestsum bara deyð­bólts­støður og langskot, ið skaptu vanda­miklar støður til før­oyskan fyrimun.
Málið til 1-0 kom eisini eftir eitt hornaspark, sum Rannvá Andreasen skjeyt úr vinstru síðu. Bólt­urin kom nokk so flatt inn í maltesiska brotsteigin, har verjan royndi at rudda burtur. Men Malena Josephsen fekk sett fótin á, og so var 1-0 til Føroyar, nú 20 minuttir vóru eftir til steðgin.
Tá føroysku kvinnurnar í seinna hálvleiki høvdu vindin ímóti, lá munandi betur fyri at mynda spælið. Nú var nógv meira tamar­hald á, og eisini spurdust fleiri kjansir burturúr, ið vóru rættiliga stórir. Serliga royndi Mona Breck­mann frammi í álopinum nógv, og ofta skapti hon eisini kjansirnar mestsum einsamøll, men fekk tó einki mál burturúr.
Hinvegin kendu tær føroysku seg einki serliga tryggar við støðuna, tí so leingi tað bara var 1-0, var alla tíðina vandi fyri, at Malta kundi fáa eitt útjavnandi mál. Spælararnir hjá Malta gyppaðu nógv og spældu lítið, men har var alla tíðina vandi fyri, at bólturin kundi fara flúgvandi fram í vindinum, so brádliga onkur til­vildarlig støða kundi enda við ein­um maltesiskum máli.
Tíbetur hendi tað ikki, og tá tað so fýra minuttir fyri tíð aftur eydnaðist Føroyum at fáa mál, var sloppið. Hesa ferð var talan um eitt væl spælt álop, ið byrjaði við, at Fríðrún Danielsen vann bóltin afturi á egnari hálvu og sendi fram í vinstru síðu, har Rannvá Andreasen fekk bóltin, lyfti upp um ein mót­spælara og sendi tvørturum millum tveir av maltesisku spælarunum. Olga Kristina Hansen tók væl ímóti og smekkaði í málið til 2-0.

Størri stríðsvilji
Sigurin kom øgiliga væl við og var eisini fult uppiborin. Tað var eisini ein lætti hjá føroysku spælarunum, at nú fekst løn fyri stríðið, eftir at dysturin ímóti Armenia hevði verið eitt stórt skuffilsi, har sjálvt ikki 17 skotroyndir góvu nakað sum helst.
Hesa ferð vóru hagtølini enn eina ferð til føroyskan favør, men nú fekst eisini nakað burturúr. Før­oyar høvdu 13 royndir á málið, um­framt 12 royndir, ið endaðu uttanfyri, og í hornaspørkum var 6-3 til Føroyar. Onnur hagtøl, ið vístu ein størri stríðsvilja, sóust eis­ini aftur í fríspørkunum, tí hesa ferð gjørdu føroysku kvinnurnar 10 frí­spørk – samanborið við bara eitt ímóti Armenia…
– Nú hava vit so bara henda eina dystin eftir, men eg vildi hildið, at vit áttu at havt ein góðan møguleika ímóti Georgia, tí øll hesi liðini eru nokk so jøvn. Georgia hevur tó bara fingið eitt stig, meðan vit vónandi komu í gongd við sigrinum á Malta, sigur Álvur Hansen.
– Teir báðir fyrru dystirnir hjá okkum eru spældir á graslíki, men hesa ferð skulu vit spæla á sjálvum høvuðsvøllinum á Ta’Qali, ið hevur gras. Tað er kanska ein lítil fyri­munur fyri Georgia, men eg vildi hildið, at tað skuldi gjørt tað sama fyri okkum. Vit skulu bara syrgja fyri at vinna okkara og so krossa fingr­ar fyri Malta, so eru vit víðari.
Dysturin ímóti Georgia verður spældur í morgin klokkan 13, og tað ber til at fylgja við gongdini á heima­síðuni hjá UEFA.

- - -

Føroyar-Malta 2-0 (1-0)
Ta’Qali, Malta, fríggjadagin 5. mars 2011 kl. 13.00
Linjudómarar: Tzvia Malca (Ísrael) & Anouk De Jong (Holland)
Fjórðidómari: Sjoukje de Jong (Holland)
1-0: Malena Josephsen, 26.
2-0: Olga Kristina Hansen, 86.

Føroyar: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrið Jacobsen – Heidi Sevdal (Rakul Magnussen, 90.), Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Rannvá Andreasen – Olga Kristina Hansen (Ansy Sevdal, 93.) – Mona Breckmann (Margit Magnusdóttir, 89.)
Gult kort: Heidi Sevdal
Venjari: Álvur Hansen
Dómari: Lilach Asulin (Ísrael)