Kvinnurnar í europeiska eldin seinnapartin

Kvinnulandsliðið fer seinnapartin at spæla fyrsta dystin í Baltic Cup í Litava

Klokkan 14 í dag fer kvinnulandsliðið at spæla fyrsta landsdystin, síðani Lene B. Terp tók við sum landsliðsvenjari. Dysturin verður í Litava, har Føroyar spæla saman við baltisku londunum.

 

Á heimasíðuni hjá FSF varð skrivað soleiðis ígjár:

 

Síðan nýggi landsliðsvenjarin tók við starvinum í vetur, hevur hon havt regluligar venjingar við hópinum og eisini spælt fleiri venjingardystir móti dreingjaliðum heima í Føroyum. Men nú bíðar fyrsta altjóða uppgávan: Baltic Cup. Umframt vertstjóðina Litava, taka Estland og Lettland eisini lut í kappingini, sum er skipað við hálvfinalum og síðan finalu og dysti um triðja og fjórða plássið.

 

Í hálvfinaluni skulu Føroyar spæla móti Estlandi, og ta uppgávuna gleðir Ásla Johannesen seg til.

 

– Tað kennist væl at vera saman aftur. Vit hava havt nakrar góðar venjingar, og vit hava nógv at tosa um og venja okkum við, tí vit enn eru í einari integrerandi fasu saman við venjaratoyminum. Eg haldi, at tað gongur væl við tí, og vit kenna okkum væl fyrireikaðar til dystin í morgin, sigur Ásla Johannesen.

 

Dystirnir í Baltic Cup eru partur av fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í heyst, og hetta leggur Ásla eisini dent á.

 

– Tað er umráðandi hjá okkum at brúka hesa dystarvenjingina til at fáa okkara spæl og avtalur at sita so væl sum gjørligt áðrenn undankappingina í heyst. So vit gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla hesar dystirnar og fara sjálvandi eftir at vinna, sigur hon.

 

Føroyar spæla móti Estlandi í morgin kl. 14.00 føroyska tíð, og dysturin verður stroymdur á youtube.

 

Bjarni Enghamar hevur tikið myndirnar frá venjingunum, sum síggjast her

 

https://www.fsf.fo/vit-kenna-okkum-klarar-2/