Á fundi hósdagin 29. desember 2016 hevur nýggja Búskaparráðið skipað seg við Sverra Hansen, cand.oecon., sum formanni, og Herit Albinus, MSc Econometrics & Mathematical Economics, sum næstformanni. Nývald sum limur í Búskaparráðnum er Ester Hansen, cand.polit.
Skrivarar ráðsins er teir somu: Ólavur Christiansen, cand.polit. og PhD, er skrivari í fulla tíð, og Hallur Markná, cand. polit., er skrivari í hálva tíð.