kvinnurnar noyðast sjálvar at fríggja

fimta hvør kvinna noyðist sjálv at fríggja til mannin, vísur nýggj donsk kanning. www.bryllup.dk hevur kannað, hvussu nógvar kvinnur sjálvar fríggja til mannin, og staðfestingin er tann, at fimta tekur ræðið og ger tað sjálv.

 

Tað sær út til, at menninir hava tað eitt sindur ringt við at taka seg saman at fríggja til dreymakvinnuna. 10% av spurdu kvinnunum, noyddust onkursvegna sjálvar at biðja menninar um at leggja seg á knæ, og 13% av kvinnunum tóku eina felags avgerð við mannin um giftarmálið.

 

Lesið meira á bryllup.dk