Kvinnurnar seta dagsskránna

Blaðið Kvinna hevur spurt sínar lesarar, hvørji evni skulu umrøðast á kjakfundinum í Norðurlandahúsinum í morgin.

Føroyskar kvinnur hava saknað fleiri evni í valstríðnum. Tað staðfestir blaðið Kvinna, sum hevur heitt á sínar lesarar - og føroyskar kvinnur annars - um at siga frá, um tær ynskja sær kjak um ávíst evni nú undan valinum. Hetta var gjørt í sambandi við stóra valfundin fyri kvinnur, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl 19.30.

 

- Og tað vísir seg, at tað eru nógv evni, sum sambært føroysku kvinnuni hava verið ov lítið umrødd. Teldupostar eru komnir inn í stríðum streymi, umframt hópatals boð á Facebook, skrivar Eydna Skaale, blaðstjóri.

 

Fyrireikararnir av valfundinum hava valt út millum mongu innkomnu brøvini, og hava valt tey evnini, sum flestar kvinnur hava skrivað inn um.

 

Fyrsta evnið, sum kvinnuligu valevnini skulu umrøða er »barsilsskipanin«.

Her eru spurningar um, hvørt vit skulu tora at líta á lyftini, sum nú verða givin um 1 ára barsil. Um trupulleikar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at fáa útgjald, um at áseta eitt minstamark og um at avtaka hámarkið á 25.000 kr, umframt at seta kvotur á barsilstíðina, skriva fyrireikararnir.

 

Næsta evnið, sum kjak verður um, er »Nýggjar vinnur og íverksetan«.

- Her snúgva spurningarnir seg til dømis um visjónir og menning av nýggjum vinnum, um hjálp til íverksetar, um hvussu vit kunnu stimbra vinnur, sum longur eru á veg og um fíggjarliga hjálp til menning av vaksandi fyritøkum.

 

Triðja evnið, sum føroyskar kvinnur ynskja kjak um, er »Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum«.

Her snúgva spurningarnir seg bæði um kvotur til nevndarsessir, um vit ikki longu hava javnstøðu og um tørvur er á t.d. Demokratia, men eisini um hví typisku kvinnustørvini verða so lítið vird, hví lønin er so lág, og hvussu vit kunnu tryggja føroyskum kvinnum, sum ynskja tað, fulltíðarstarv.

 

Seinasta evnið verður »hjálp til tørvandi føroyingar« og snýr seg bæði um umstøðurnar hjá børnum og vaksnum við menningartarni og breki, um bústaðartrupulleikar hjá hesum bólkinum, um stuðulstímar til skúlarnar og um Almannaverkið. Eisini verður her spurt eftir hjálp til teirra, ið hava verið fyri kynsligari misnýtlsu, umframt bústaðir til støk, familjur og eldri, sum ikki hava ráð at keypa sær hús.

 

Afturat hesum eru nógvir aðrir meiri og minni ítøkiligir spurningar komnir inn. Fyrireikararnir hava allar spurningarnar við sær í Norðurlandahúsið, og um stundir vera til tess, verða onkrir teirra eisini spurdir.

 

Høvið verður eisini hjá áhoyrarunum at seta valevnunum, sum eru úr øllum flokkum, spurningar.

 

Tað eru Kvinna, Felagið fyri leiðandi kvinnur í Føroyum og Kvinnufelaga Samskipan Føroya, sum skipa fyri fundinum.

 

Tiltakið er ókeypis.