Á Oyggjaleikununum seinast, á Jersey í 1997, vunnu føroysku flogbóltskvinnurnar bronsumerkini, og enn hava vit ikki upplivað nakrar Oyggjaleikir, har føroyska kvinnulandsliðið ikki hevur verið á sigurspallinum.
Besta úrslitið kom í 1987 á Guernsey, tá liðið vann gull fyri higartil einastu ferð.
Fyrstu árini var liðið hjá Álandi størsti kappingarneytin, men síðani estlendska oyggin Saaremaa kom við í 1991, hava hesar vunnið hvørjaferð.
Venjarin hjá kvinnunum, Niclas Joensen, sigur eisini, at liðið hjá Saaremaa er rættiliga suverent, og at tað seinastu árini sum oftast hevur verið luturin hjá Føroyum og Álandi at kappast um hitt finaluplássið.
Kappingin í ár er eins og áður skipað í tveimum bólkum, har tvey tey ovastu liðini sleppa víðari í hálvfinalurnar. Tað er enn ikki endaliga greitt, hvussu bólkarnir síggja út í ár, men tað er vist, at Føroyar og Áland koma í sama bólk, meðan tey bæði sterkastu liðini í hinum bólkinum eru Saaremaa og Guernsey. Niclas Joensen vísir á, at dysturin millum Føroyar og Áland kann gerast rættiliga avgerandi. Roknast kann við, at hesi bæði liðini sleppa víðari, men tað hevur týdning at vinna bólkin fyri at sleppa undan at møta Saaremaa longu í hálvfinaluni.
Seks nýggir spælarar
Í mun til føroyska liðið, sum var á Jersey fyri tveimum árum síðani, eru seks nýggir spælarar við hesaferð. Teir eru Gudrid Nolsøe úr TB, Tina Jacobsen og Margit Joensen úr Mjølni, Anna Dalsgaard úr Fleyr, Gerda Nattestad úr Drátti og Annika Joensen úr TV 55.
Annika Joensen, sum spælir í bestu deildini í Danmark ? m.a. saman við Hjørdis Mortensen og Alvildu Ólavsdóttir ? skifti í fjør til TV 55, og har fekk hon beinanvegin møguleika á elituliðnum hjá felagnum. TV 55 endaði hetta kappingarárið miðskeiðis í kappingini.
Tina Jacobsen, Gudrid Nolsøe og Gerda Nattestad eru ungir leikarar, ið seinasta ár vóru við á unglingalandsliðnum, sum var í Noregi til norðurlandameistarakappingina. Tær gjørdu rættiliga um seg í heimligu kappingini í ár, og tær hava tíðina fyri sær.
Margit Joensen og Anna Dalsgaard hava fyrr verið við landsliðnum, umframt at Anna eisini áður hevur roynt seg í donsku landskappingini.
Av hinum spælarunum eru eisini fleiri, sum hava drúgvar royndir á landsliðnum. Marjun Kalsø hevur spælt um 70 landsdystir, umframt at hin hevarin Rúna Hentze eisini í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í føroysku litunum á landsliðnum.
Juanna Joensen og Helen á Lakjuni komu á landsliðið til Oyggjaleikirnar á Jersey í 1997 og hava í ár havt eitt gott kappingarár her heima.
Øll meistaradeildin umboðað
Vit síggja, at fimm lið eru umboðað á landsliðnum. Øll tey fýra feløgini, sum spældu í meistaradeildini í ár (Fleyr og TB høvdu tvey lið), umframt TV 55 úr Danmark. Mjølnir, sum aftur í ár var nógv tað besta liðið hjá kvinnunum, er best umboðað við fýra spælarum. Fleyr og TB hava tveir í part, meðan Dráttur hevur ein.
Roknast kann við, at tær tríggjar frá danska liðnum fáa stóran týdning fyri liðið saman við teimum royndu Marjun Kalsø og Rúnu Hentze.
Niclas Joensen heldur ikki, at liðið í ár er verri enn tað, sum vann bronsu fyri tveimum árum síðani. Hann heldur, at hetta liðið hevur størri »slagkraft« og eisini er betri í móttøkunum enn liðið, sum spældi á Jersey.
Hann vísir eisini á, at tað hevur týdning at vera væl fyri, áðrenn liðið fer avstað, tí tær skulu spæla í minsta lagi seks dystir á Gotlandi ? og tað innan bert fimm dagar.
? Vit ætla okkum í øllum førum at sleppa víðari, og so mugu vit vóna, at vit sleppa undan Saaremaa í hálvfinaluni, har vit í so fall allarhelst møta Guernsey, sigur Niclas Joensen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum leggur afturat, at um føroysku kvinnurnar koma upp ímóti Saaremaa, fara tær at gera alt fyri at vinna á teimum, men til hetta krevst, at venjingarumstøðurnar gerast betri í mun til undanfarnu ár, og at kvinnurnar í tveimum teimum seinastu mánaðunum upp til leikirnar gera alt fyri at koma í best møguligu venjingarstøðu.