Kvívíkar kommuna hevur havt tveir lærlingar

- Hetta er ein serligur dagur, sum vit fara at minnast, tí hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt lærlingar, siga tey í Kvívíkar kommunu

Í gjár kundu tey í Kvívíkar kommunu heiðra, at tveir lærlingar hjá kommununi hava lokið prógv sum húsavørðar.

 

Á lítlari samkomu í Látipípuni, sum er dagstovnurin í Kvívík,  vórðu lærlingarnir, Kristian Martin Elmelund Kjærbæk og Edvard Petersen, heiðraðir.

 

Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen og Jóan Jacob Andreasen, tøknileiðari, sum er lærumeistarar, søgdu nøkur orð.

 

- Hetta er ein serligur dagur, sum vit fara at minnast, tí hetta er fyrstu ferð, at Kvívíkar kommuna hevur havt lærlingar, siga tey í kommununi.

 

Í 2021 varð avgerð tikin um at fara at søkja eftir einum húsavarðalærlingi.

 

- At tað so endaði við at blíva tveir lærlingar, kom mest sum av tilvild. Kristian Martin søkti læruplássið og fekk tað. Edvard, sum hevði verið í starvi hjá kommununi í nøkur ár, varð yvirtalaður eisini at koma í læru.

 

Í Kvívíkar kommuna ynskja tey Kristian Martini og Edvardi hjartaliga tillukku við próvnum.