Hini skuldu rósa tær. Minnist aftur á farnu óvitaárini, tá tú sum piltur plagdi at spæla saman við javnaldrar tínar, hvussu omma eygleiddi okkum, meðan vit spældu úti. Ongantíð legði hon lag í at leggja seg uppí, ella hevðist at okkum tá vit sum óvitar spældu saman, ella tá vit deildust. Tá eg einsamallur plagdi at fara út at vitja ommu, kundi hon finna uppá at rætta meg, um okkurt orð kom skeivt fyri. Og eg hevði fulla virðing fyri tí, hon segði. Men altíð fyrst læt hon meg tosa meg lidna. Tá eg so var liðugur, tástani kom hon við sínum svari. »Tí soleiðis søgdu tey gomlu« plagdi hon játtandi at siga. Tú lýddi á trúgvur sum trøllið, meðan tú sat undir tí, sum tey gomlu søgdu. Tók ímóti og játtaði! Meg minnist serliga, hvussu góður málburður hennar var, sum hon hevði arvað frá ættarbondum sínum í Skálavík. Og hon tosaði sítt egna bygdamál. Og øll tey góðu og hollu ráð, eg fekk frá ommu, havi eg lagt mær væl í geyma.
Tá ið eg gekk at lesa hjá ommu, minnist eg, at hon altíð segði K og H (sagt ká og há, men ongantíð segði hon ká og há).
Hon varðveitti bygdaframburðin.
Sum nevnt, eitt av hesum góðu ráðum var, at eingin skuldi rósa sær sjálvum. Men nú eg hugsi um tað, sum omma mín fortaldi mær, havi eg nú hug til at veita øðrum rós. Tankar mínir fara beina kós flúgvandi út á blaðhúsið, Tíðindablaðið Sosialin, har blaðið ótroyttiliga hevur verið so beinasamt at latið prentað Málteigin, sum framvegis er ein fastur táttur í blaðnum. Og tað eri eg sera takksamur fyri!
Málspurningar yvirhøvur, sum staðið hava á prenti í Sosialinum hava verið mær sum lesara at miklum gagni. Og tað eigur blaðið uppiborið rós og størstu tøkkini fyri. Og eg ivist onga løtu í, hvussu mangan hentur og hollur í ráðum Málteigurin eisini hevur verið og er ímóti øðrum lesarum. Og trúliga kunnu vit fegnast um at blaðið kemur út heilar fimm ferðir um vikuna. Men uttan dugnaliga starvsfólkaleiðslu, ivist eg onga løtu, at blaðnum hevði verið lív lagað. Tí kunnu øll vera púra samd við meg um. Takkað veri eisini øllum teimum, sum trúliga vitja blaðið og skriva til Málteigin samstundis sum tey eru við til at gera teigin áhugaverdan.
Svenningi Tausen, málmanni, veiti eg mína bestu tøkk, sum varisliga og hegnisliga, við síni kønu hond, skrivaði tá í blaðið. Honum hava vit avbera nógv at takka fyri!
Evnini í Málteiginum hava sum heild altíð verið sera áhugaverd at lisið. Men eg haldi tað eisini ræður um at finna eitt lætt og gott tema at kjakast um, sum viðkoma øllum, og sum ikki skal forða fyri at gera tað áhugavert hjá lesarum at taka lut í gerandisspurningum. Men tó er tað eisini umráðandi, at høvundurin ella greinskrivarin eigur at duga at gera evnið áhugavert og avmarkandi fyri lesaran. Ein spurningur kundi verið at kanna eftir, hvussu nógv lesa Málteigin. Um hetta varð gjørt, kundi ein ávísur statistikkur verið gjørdur. Spurnarbløð kundi verið send út til t.d. miðnámsskúlarnar, um hvussu nógv lesa Málteigin? Hvat kundi verið øðrvísi og so framvegis? Ella hvat næmingar halda um tað føroyska málið í fjølmiðlunum og lýsingum annars?
Flestu lesarar, sum eg havi skift orð við, sakna t.d. fyribrigdi í gomlu bygdamálunum, serliga framburðinum í føroyskum máli soleiðis sum tað varð tosað upp gjøgnum tíðirnar. Hetta kundi verið ein spurningur um t.d., hvussu málstøðan er í dag í okkara grannalondum sammett við okkara nútáðarmál? Aðrir hava eisini gjørt vart við seg í fjølmiðlunum, at orðingin í sjónvarpslýsingum tørvar ábøtur.
Tó haldi eg tað vera umráðandi at royna at gera evnið einfalt hjá tí, sum lesur. Bara um. t.d. dentur varð lagdur á málfrøðiligu greiningina í føroyskum máli, vænti eg, at evnið hevði verið ov turrisligt og torgreitt hjá lesarum, sum kanska einans hevði ørkymlað. Men flestu lesarum dáma væl at fáa kunnleika og innlit í mállæruna, sum er ein veikleiki hjá nógvum. Men heldur eigur at fara varisliga fram og avmarka evnið, so at tað verður so lætt sum gjørligt at skilja hjá tí, sum hevur áhugað at lesa Málteigin.
Fjølmiðlarnir eiga ein týðandi leiklut, tí teir eru alla tíðina við til at ávirka málið nógv, tí krevur tað at standa saman og vera góður við okkara móðurmál. Fólk, sum hava kenslu av at vera góð við sítt egna bygdamál, eiga ikki at firnast egna framburðin í teimum ymsu bygdaplássunum. Og týdningarmikið og mennandi fyri málið er, at framburðurin verður varðveittur. Føroyskt mál er ríkt og mong eru góðu orðini komin av eldstaðnum, sum komandi ættarlið er ókennandi við. Vit eru bara ov smæðin til at nýta henda ríka, ómissandi arv, har orðfeingið í máli okkara ikki trýtur.
Í nútíðarmáli okkara í dag ávirkar málsliga rákið uttanlands okkum sera nógv, har yðjanin av tøkniligum, ósmædnum orðum frá ókendum boripallum floyma inn yvir land okkara. Hóast vit ikki eiga føroysk orð og hugtøk at seta í staðin, er at vónað og væntað, at okkara politikarar fíggjarliga veita stuðul til orðabókaarbeiðið. Tørvurin er stórur. Sum eitt hugskot mæli eg til, at ein orðabókabókastovnur verður settur á stovn, t.d. á Føroyamálsdeildini. Hetta hevði so kunnað gjørt tað møguligt hjá okkara kæru málfrøðingum - við hjálp frá málkønum fólki - at farið til verka. Men politikarar mega geva sær far um at nógvur peningur skal til samstundis sum at fleiri fólk eiga at verða sett til at taka sær av orðabókaarbeiðinum. Hølistrupulleikar eru á Føroyamálsdei í dag, so neyðugt er við einari útbygging. Men tey, sum fáast við orðabókaarbeiðið á Føroyamálsdeildini eiga eisini at gera vart við hesi viðurskifti. Ábyrgdina eiga øll, sum eru góð við málið, og tí kunnu vit ikki látast um vón. Nevnast kann, at vit sleppa ikki inn í franskt mál, týskt mál, spanskt mál, italskt mál og so fr. Dentur eigur eisini at verða lagdur á eitt spesialiserað orðabókaarbeiðið t.e., at vit fáa tekniskar orðabøkur av slíkum slag, sum gagna teimum, sum starvast í oljuvinnuni. T.d. táttu vit eisini at havt orðabøkur innan læknafrøði, løgfrøði, sálarfrøði og tónleik og so fr.
Vit mega bert ásanna, at fremmandi orð eiga at fáa føroyskan búna. Lat hetta verða gjørt í sátt og semju. Latið okkum tosað okkum til sættis, so at tað í roynd og veru spyrst nakað skilagott burturúr. Ver treiskur og bjartskygdur, men ongantíð falla í fátt! Vit eiga tí at semjast betur, og ikki fara at stríðast og togast hvør ímóti øðruym sum við málinum um Kirkjubømúrin, sum nú er komið undan kjararvørrinum, har menn eru ósamdir um, hvat hvør eigur hvat. Tørvurin er mikil. Tað er ikki dagur, at tú ikki kagar ígjøgnum bløðini og sær eina villu fyri og aðra eftir. At ávirkanin er stór uttanlands, er einki at taka seg afturúr.
Fróðskaparsetrið eigur stóra tøkk fyri at hava skipað fyri almennum málskeiðum, bæði í enskum, íslendskum og í føroyskum máli. Teirra partur liggur ikki eftir. At ein fjølmiðlaskúli hevði verið settur á stovn í Havn hevði verið mítt besta uppskot. Tað hevði bøtt mikið um málvansarnar og verið fjølmiðlafólki at miklum gagni.
At tríva í málreglurnar av og á er altíð ein góður tanki.Orðafar ger tað ótroyttiliga! Vóru ongar málreglur evnaðar, hevði tað verið sum við bilferðsluni á Áarvegnum, at skjótur ruðuleiki hevði valdað. Men tað hevði heldur ikki borið til við framtíðini í huga. Tá vænti eg, at onkur skjótt hevði verið varugur við, at ikki alt hevði verið í lagi.
Haldi annars - nú so nógv er at tríva í - at Málhornið, sum stendur í Viðskeranum í Dimmalætting, sum skilamaðurin, Tórður Jóansson, leggur til rættis, er ein sera áhugaverdur teigur at lesa. Málið er lætt, og evnið er áhugavert. Men hóast innihaldið í Málhorninum leitar meir aftur til málrøturnar, ella sum søguligt baksýnið, har vanligi leær borið fram síni sjónarmið, er harafturímóti Málteigurin meir demokratiska skipaður, tí lesarin fær høvi at koma við sínum málspurningum har. Men dentur eigur eisini at verða lagdur á aktuellar málspurningar.
At enda fari eg at ynskja Sosialinum tillukku og góða eydnu við blaðnum, sum nú eisini er á Internetinum. Hetta er eitt frálíkt tiltak. Hetta er eitt bragd, tit hava gjørt. Tað sigur okkum ikki so lítið um, at tit á Sosialinum enn eina ferð hava prógvað, hóast vánaligar tíðir, at tað sanniliga ber til at gera blaðið til eitt gott og uppaftur betri blað til brúkararnar. Hóast útviklingurin í dag er bara so heilt ótrúligur, at ein næstan iki megnar at fylgja við, so ivist eg onga løtu í, at lesarin fer at taka væl undir við hesum frálíka alternativi. Tað verður lættari at koma í samband við blaðið ígjøgnum Internetið. Hóast mær persónliga dámar væl betur at fáa blaðið í hondina, enn at lesa Málteigin á Internetinum, ivist eg onga løtu í, at Internetið verður framtíðin. Lesarin hevur møguleika beinleiðis gjøgnum telduna at skriva til Málteigin.
Og sjálvandi kanst tú eisini lesa Málteigin á Internetinum.
R.