Kvøldskúlaskipanin er ein ógvuliga stirvin skipan

- Vónandi kunnu tilmeldingar til kvøldskúlaskeið fara í gongd í vikuskiftinum, siga tey í Vága kommunu í dag.

 

- Arbeitt verður av øllum alvi við at fáa kvøldskúlaskipanina hjá Vága kommunu upp at koyra. Reglugerðin fyri kvøldskúlaskipanina sum heild er ein ógvuliga stirvin skipan við krøvum um, hvør kann leiða arbeiðið og standa fyri kvøldskúlanum.

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at hesar umstøður hava verið ein avbjóðing í longri tíð.

 

- Skipanin aftanfyri kvøldskúlan hjá Vága kommunu hevur eisini verið stirvin og sera tíðarkrevjandi hjá samskiparanum at umsita. Arbeitt hevur seinastu mánaðirnar verið við at fáa hesi tingini broytt, so vit fáa eina smidliga skipan, bæði fyri tey, sum skulu tekna seg til ymisku skeiðini - og hjá teimum, sum skulu umsita skipanina.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at nógvar avtalur eru gjørdar við skeiðshaldarar, gamlar kenningar eins og nýggj, prísir, tíðir og hølir eru komin upp á pláss á fleiri skeiðum, samstundis sum arbeitt verður við at fáa endaligar avtalur upp á pláss um fleiri nýggj skeið.

 

- Vónandi koma vit á mál við nýggju skipanini hesa vikuna, soleiðis at tað verður møguligt hjá okkum at byrja at leggja kvøldskúlaskeið til nøkur av skeiðunum út, soleiðis at tilmeldingarnar kunnu fara í gongd í vikuskiftinum.

 

Lagt verður aftrat, at samstundis, sum hesi arbeiðir hava verið í gongd, verður eisini arbeitt við einum grafiskum samleika fyri kvøldskúlan, og hesin er um at vera klárur. 

 

Ein Facebook-vangi er gjørdur sum eitur Kvøldskúlin í Vága kommunu.

 

- Her verður øll kunning løgd út um kvøldskúlan. So hvørt, sum kvøldskúlaskeið eru klár at taka ímóti tilmeldingum, verða tey eisini løgd út á henda nýggja Facebook-vangan, umframt á miðlarnar hjá kommununi, siga tey í Vága kommunu í dag.