Kyiv aftur álopin í nátt

- Ein íbúðarbygningur við 22 hæddum er raktur í russiskum álopum í nátt, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, verður aftur í nátt álopin av russum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, skrivar á Telegram, at russar leypa á við bæði dronum og rakettum.

 

Hann heitir á borgarar í høvuðsstaðnum um at søkja sær skjól í bumbuskýlum.

 

- Nógv húsarhald í býnum hava mist bæði streym og vatn, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Vitalij Klitsjko sigur, at ein íbúðarbygningur við 22 hæddum er raktur í álopunum.

 

- Higartil er einki frætt um deyð ella løstað í álopunum á Ukraina í nátt, veit NRK at siga.

 

 

 

Han oppfordrer innbyggerne til å holde seg i tilfluktsrom, og skriver at flere i byen har mista strøm og vann. En boligblokk på 22 etasjer skal også være truffet. Det er klokka 02.00 ikke meldt om skadde eller drepte.