Kykmynd: Uppgerðin millum Hall og Gilla

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum AaB og AC Horsens

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum AaB og AC Horsens í donsku superliguni. Dysturin í Aalborg farna sunnudag endaði við javnleiki 1-1.

 

Hallur Hansson hjá AC Horsens var á vøllinum alla tíðina, meðan Gilli Rólantsson hjá AaB varð útskiftur, tá ið tað restaði eitt korter, og tað ráddi um at spenna álopsbogan hjá heimaliðnum, sum hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og sum í fyrra hálvleiki spældi seg til fleiri góðar møguleikar. Tá ið AC Horsens hevði lagt seg framum, var tað í fleiri førum tætt við, at gestirnir øktu um leiðsluna, áðrenn tað at enda eydnaðist heimaliðnum at javna. 

 

Upptøkurnar eru frá rásini AaB TV. Á upptøkuni sæst ein góð skotroynd hjá Halli Hanssyni.