Kyllingurin vil aftur í Tour’in

Michael Rasmussen varð í summar partur av stóru gøluni, sum rakti Tour de France súkklukappingina

Enn er ikki greitt, hvør revsingin verður, men sjálvur roknar Rasmussen við, at talan í mesta lagi verður um eitt ára bann. – Tey flestu bíða eftir, hvussu málið fer at enda. Men tað skuldi verið løgið, um einki lið er áhugað í at fáa heimsins besta súkklara við sær, sigur Rasmussen, sum altso framvegis metir seg hava møguleika at vinna Tour de France.