Kyndil er havnarmeistari

Hondbóltur: Bæði kvinnurnar og menninir hjá Kyndli vunnu Café Natúr Cup, tá seinastu dystirnir vórðu spældir leygardagin

Leygardagin vórðu seinastu dystirnir í nýggju hondbóltskappingini Café Natúr Cup spældir. Henda kappingin er ein sonevnd havnarkapping, har liðini í høvuðsstaðnum luttaka: Hjá kvinnum Kyndil og Neistin, og hjá monnum Kyndil, Neistin og H71.

Kappingin byrjaði longu hóskvøldið, tá mansliðið hjá Kyndli vann 21-16 á mansliðnum hjá Neistanum, og fríggjakvøldið vann H71 22-21 á Neistanum. Í hesum seinna dystinum stóð á jøvnum 21-21, tá teir upprunaligu 60 minuttirnir vóru spældir, og tí noyddust liðini at spæla, til annað hevði fingið eitt mál afturat. H71 vann lutakastið og skoraði í sínum fyrsta álopið, og sostatt vunnu hoyvíkingar hendan dystin upp á »Sudden Death«.

Leygardagin skuldi so finalan hjá monnunum spælast millum Kyndil og H71, umframt dysturin millum kvinnuliðini, sum jú bert eru tvey í tali í høvuðsstaðnum, so í teirra kapping var bert tann eini dysturin.

Fyrst spældu kvinnurnar, og her var lítil ivi. Føroyameistararnir úr Kyndli drógu frá móti endanum av fyrra hálvleiki, og í fyrru helvt av seinna hálvleiki vaks munurin. Móti endanum av dystinum kom Neistin eitt sindur fyri seg og tók nøkur mál innaftur, men ov seint var, og endaliga støðan bleiv 25-18 til kyndlakvinnurnar.


Lítið skil á

Hesin dysturin varð settur at byrja klokkan 16.30, men hann var seinkaður, og sum heild var alt ov lítið skil á. Eingir dómarar vóru til dystin, og tá teir vórðu funnir, varð eingin at sita við dómaraborðið. Liðleiðarin hjá Kyndli noyddist at halda skil á klokkuni fyrstu løtuna, inntil annað fólk varð funnið til ta uppgávuna.

Nógv varð gjørt burtur úr kappingini frammanundan, og tiltakið er gott, men tað kann ikki fáa langa livitíð, um alt skal standa í hálvum gekki, so sum tað sá út til at gera leygardagin. Kanska vóru tað bert settu dómararnir, sum »gloymdu« hesar dystirnar, men um so er, er ilt at siga, hvussu stórur álvari er í hondbóltinum. Og at eingin er til at sita við dómaraborðið, hoyrir ongastaðni heima.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum sjálvur hevur verið íðin hondbóltsspælari, handaði kyndlakvinnum ferðasteyp og ognarsteyp, sum Café Natúr hevur latið, og so var klárt til dystin hjá monnunum.

Her var annar dómarin frá Neistanum og annar frá ? Kyndil! Dømingin stóð ikki aftanfyri so nógv annað, vit hava sæð, men vanliga sleppa dómarar frá at døma sítt egna felag. Eisini hjá monnunum fekk Kyndil betru byrjanina, men munurin var ongantíð serliga stórur. Tað eydnaðist kortini ongantíð hjá hoyvíkingum at fáa tak á dystinum aftur, og at enda vann Kyndil 21-16. Sostatt fingu kyndlamenn hevnd fyri tapið í steypafinaluni seinasta kappingarár, og nú kunnu teir so kalla seg teir bestu í Havn.


Eitt gott hugskot

Kappingin Café Natúr Cup er eitt gott hugskot og ein góður háttur at seta hol á hondbóltsárið. Enn er kappingin bert á byrjunarstøði, men vónandi veksur hon seg stóra, og ætlanin er eisini, at hon skal broyta navn til Tórshavn Open. Hjá kvinnunum er sum nú er ikki talan um nakra veruliga kapping, tí tað bert er ein dystur, tað snýr seg um. Tað hevði verið stuttligt at sæð eitt nú StÍF við í hesi kappingini næsta ár.

Øll liðini í kappingini høvdu fleiri nýggjar spælarar við á liðnum, og eitt nú kvinnuliðið hjá Neistanum var næstan ikki til at kenna aftur frá í fjør. Tær høvdu nógvar ungar spælarar við leygardagin, meðan liðið hjá Kyndli ikki var so ólíkt frá tí, sum spældi í fjør.

Kappingin vísti eisini, at mansliðið hjá Neistanum, sum hevur Andreas F. Hansen sum venjara, ivaleyst fer at fáa betri úrslit, enn liðið fekk í fjør, tá tað endaði aftast í deildini, men kortini slapp undan niðurflyting. Í dystinum móti Kyndli hóskvøldið vóru neistamenn á odda í hálvleikinum, men mistu tveir mans og spældu tí seinna hálvleik uttan útskiftarar, og at enda taptu teir við fimm málum. Og móti H71 spældu teir javnt.

Liðini hjá H71 og Kyndli kunnu ivaleyst spæla betur, enn tey gjørdu leygardagin, men tað sær út til, at tey framvegis ikki eru á hædd við VÍF, sum hevur vunnið føroyameistaraheitið tvey tey seinastu árini.