Kyndil eyðmýkti VÍF

Seinni finaludysturin í manshondbólti millum Kyndil og VÍF gjørdist ongantíð tann gysarin, sum fleiri høvdu væntað. Kyndil var snøgt sagt bæði ein og tveir klassar betri enn VÍF, og tí struku teir avstað við føroyameistaraheitinum 2006

Tað var spenningur í luftini í høllini á Hálsi leygardagin, tá ið teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti, Kyndil og VÍF, brustu saman í seinna finaludystinum um FM-heitið. Kyndil hevði vunnið fyrstu finaluna í Vestmanna, og tí var greitt, at VÍF skuldi vinna í Havn, um teir ætlaðu sær at endurvinna meistaraheitið.
 
Høgni gekk á odda
Í upptaktini til dystin her í blaðnum fríggjadagin segði Agnar Joensen hjá VÌF, at tað ráddi um hjá vestmenningum frá byrjan at steðga spælskiparanum hjá Kyndli, Høgna Klein, um tað skuldi eydnast teimum at basa havnarliðnum. Men so var ikki, tí Høgni legði bragdliga fyri, og hann skeyt trý av teimum fyrstu fýra málunum, ið Kyndil fekk. Harumframt var hann maðurin aftan fyri flestu fríspælingarnar til Janus Einar Sørensen á strikuni, og hesar fríspælingar førdu í allarflestu førum til antin mál ella brotsskast, tí verjan hjá VÍF fekk ongantíð í dystinum fatur á Janus Einari.
Venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, hevði til seinnu finaluna valt at byrja við Áka Olsen í álopinum, meðan hin Áki, Áki Gaardbo Olsen, var við í verjuni. Hetta var kanska partvís skilagott, tí Áki G. er ein framúr góður verjuspælari, men hann er eisini ein góður álopsspælari, og tað var eitt sindur undrunarvert, at hann at kalla ikki var við í álopspartinum hjá VÍF fyri steðgin. Tað at Áki Olsen var so nógv við í álopsspælinum hjá vestmenningum hevði eisini við sær, at Sámal Joensen var fluttur yvir á høgra bakk, og tá er Sámal ikki eins vandamikil, sum hann er á vinstra bakki. Hetta var kanska ein av orsøkunum til, at álopsspælið hjá vestmenningum ikki koyrdi nakað serligt, og teir gulu noyddust at brúka nógvar kreftir fyri at bróta ígjøgnum sterku verjuna hjá Kyndli.
 
Fleiri streingir at spæla uppá
Í hinum endanum av vøllinum gekk tað munandi lættari hjá Kyndil at sleppa framvið verjuni hjá mótstøðuliðnum. Teir grønu brúktu nógv minni kreftir fyri at fáa bóltin í netið, og tað var trupult hjá vestmenningum at steðga kyndilsmonnum, tí havnarmenninir høvdu so nógvar ymiskar streingir at spæla uppá. Kyndil skoraði snøgt sagt frá øllum plássum, og álopsspælið hjá havnarliðnum var nógv meiri flótandi, enn tað var hjá gestunum úr VÍF.
Av somu orsøk fekk Kyndil eisini eitt hol niður til gestirnar upp á eini fýra mál, men móti endanum av fyrra hálvleiki mentu gestirnir úr VÍF seg, og teir tóku seg inn aftur á Kyndil. Tá ið so Marius Joensen hjá Kyndli í seinasta minuttinum av fyrra hálvleiki við støðuna 14-12 til Kyndil fekk reyða kortið fyri at skumpa Inga Olsen í ryggin, tá ið hesin var blivin leysur, sá tað bráddliga eitt sindur bjartari út hjá gestunum. Eitt greitt reytt kort til Marius, og brotskast til VÍF, sum Agnar Joensen setti í netið til 14-13. Fá sekund vóru eftir av fyrra hálvleiki, og Kyndil skundaði sær oman í hin endan, og har eydnaðist tað Róki Akralíð við einum góðum hoppskoti at langa bóltin í kassan til 15-13, sum eisini var  hálvleiksstøðan.
Men tvey mál á muni er einki at snakka um í hondbólti, og tá ið Kyndil hevði mist sín ivaleyst besta verjuspælara í Mariusi, mettu nógv, at nú høvdu vestmenningar ein gyltan møguleika at taka Kyndil aftur.
 
Kollektivur niðurtúrur
Um teir mongu áskoðararnir úr Vestmanna høvdu væntað, at VÍF fór at venda gongdini eftir steðgin, fóru teir so dyggiliga skeivir. Hóast Kyndil var í undirtali fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, vóru tað teir, sum vunnu hesa løtu, og teir grønu fingu eina flúgvandi byrjan upp á tann síðsta  hálva tíman. Jota, sum var komin í málið hjá vestmenningum at standa, fekk ikki fatur á nøkrum, men tað fingu hinir báðir málverjarnir hjá VÍF heldur ikki.
Kyndil fekk fýra tey fyrstu málini eftir steðgin, og harvið gjørdist munurin heili seks mál. VÍF royndi at koma aftur í aftur, men veruleikin er tann, at fyrsta korterið av seinna hálvleiki var ein stórur kollektivur niðurtúrur hjá vestmenningum. Kyndil vann nevnliga hesa løtu ikki minni enn 11-2, so tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu vertirnar eina leiðslu, sum var heili 11 mál.
Tað tóktist sum um, at líka mikið hvat kyndilsmenn royndu seg við, so eydnaðist tað, meðan tað gekk av skriðuni hjá VÍF bæði í álopi og verju.
Eitt sindur undrunarvert var tað eisini hesa løtuna, at bonkurin hjá VÍF ikki royndi at broyta meira upp á liðið hjá sær. Tað blivið haldið fast um somu leikarar í alt ov drúgva tíð, og tá ið útskiftingar endiliga blivu framdar, var tað nógv ov seint, tí tá var dysturin avgjørdur, og allir vestmenningarnir vóru falnir í fátt, og talan var um ein kollektivan niðurtúrin hjá verjandi meistarunum.
 
Uppiborið meistaraheitið
At tað fullkomiliga skramblaði saman hjá VÍF var óvæntað, men leygardagin var so ongin ivi um, hvat var betra liðið. Kyndil var í serflokki, og spælið hjá teimum gekk upp í eina hægri eind. Tað sást eisini týðuligani frá fyrsta bríksli, at havnarliðið var nógv grammari enn gestirnir, og spæligleðin lýsti úr hvørjum einasta leikara hjá teimum grønu. Vestmenningar hinvegin tóktust ikki veruliga trúgva uppá, at tað fór at bera til hjá teimum at vinna dystin, og tú sást ongantíð sama stríðsvilja á VÍF-liðnum, sum tú sást hjá Kyndli.
At Kyndil leygardagin fór avstað við meistaraheitinum, er eisini uppiborið, tí teir hava verið mest støðuga liðið hetta kappingarárið. Kyndil er kanska eisini tað liðið í Føroyskum manshondbólti, sum hevur breiðasta hópin, og tað hevur stóran týdning í einum drúgvum kappingarári. Leygardagin gjørdist talan um so mikið trivaligan sigur, at so at siga allir mans í hópinum sluppu at royna seg í finaluni, og allir tóku av, tá ið høvi beyðst.